Kvirra – í nýggjari útgávu
Fyrr í hesum mánaða útkom jólasangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” í einari eitt sindur øðrvísi útgávu enn tað, vit hava hoyrt áður. Marjun Wolles, sum lesur tónleik í Reykjavík, hevur innsungið sangin, og tónleikararnir eru allir úr Íslandi. Teir eru: Kjartan Valdimarsson, sum spælir klaver, Jóhann Ásmundsson, ið spælir bass, meðan sonurin, Ási spælur trummir. Sera vakurt og áhugavert framborið – sangurin kann hoyrast HER