Ein dag í senn
Fyrst í desember mánaða kom andaktsbókin út, sum eg havi arbeitt við í eina tíð, ið ber heitið “Ein dag í senn.” Bókin er framleidd á Eiði. Robert Gutke, sum er ættaður úr Týsklandi og hevur konu av Eiði, hevur tikið sær av tí grafiska, uppsett og sniðgivið. Bókin er prentað á Tonito, sum eisini hevur virki sítt á Eiði.
Eg eri sera takksamur fyri hjálp Roberts á grafiska økinum og somuleiðis Hanna og Niels Emil Andreasen á Tonito í samband við prentingina. Haldi sjálvur, at tey eru komin sera væl frá uppgávuni. Systrarnar, Erla og Rúna, hava rættlisið og gingið tilfarið ígjøgnum, somuleiðis Símun Fuglø og Niels Pauli Nónstein – og alt hetta er komið ógvuliga væl við.
Nú vóna vit, at henda lítla andaktsbók kann vera lesarunum til signing. Bókin er at fáa í Kristnastovu og í ymsum handlum í Føroyum.
Í fororðunum til bókina havi eg skrivað hetta:
Orð Guds og bønin eru berandi súlur í lívi hins kristna. Tað hevur givið mínum egna lívi endamál og innihald, og eg kenni meg signaðan gjøgnum tað. Fegin vil eg eggja øðrum til at geva sær stundir til eina kvirra løtu við Orði Guds í hond.
Samfelag okkara er broytt ómetaliga nógv í mínari tíð. Teknisku førleikarnir gera, at vit lættliga kunnu samskifta, fáa kunning, loysa uppgávur, hvar vit enn eru stødd í verðini. Vit hava nógvar bóltar í luftini og kunnu vera, so at siga, allastaðni í senn. Tað kann gera tað trupult at finna stillar løtur til at grunda, hugsa, lesa, biðja – og syngja. Vit hava fingið nógvar tekniskar loysnir og møguleikar, men vandin er, at vit missa nakað dýrabart.
Men orð Guds er altíð nýtt og talar eisini inn í okkara tíð. Tí er umráðandi at lesa tað, ið har stendur skrivað. Eitt vers í orði Guds kann mangan vera júst tað, vit hava brúk fyri í tí støðu, vit standa í. At takka og biðja í navni Jesusar er knýtt til lyfti frá Jesusi sjálvum. Og hin andaligi sangurin nemur ofta við serstakar streingir í hjørtum okkara.
Tað hevði verið gott, um øll kristin regluliga tóku sær eina løtu til orðið og bønina. Ein løta, har vit opna hjørtu okkara fyri faðir okkara í Himli. Hetta kann gerast við einari andaktsbók sum hjálp, men ikki minst við at vit lesa í bíbliu okkara og tala við Harran. Kann so hesin bóklingur vera tær til onkra hjálp, eri eg takksamur fyri tað.
Hjartans tøkk veiti eg góðum vinum, ið hava vegleitt, stimbrað og hjálpt mær við hesi útgávu, sum eg havi havt á hjarta mínum í eina tíð. Hevur tú, sum lesur, onkran spurning ella viðmerking, hoyri eg fegin frá tær.
Og so ynski eg lesarum mínum dagliga styrki, signing og vernd Harrans Jesusar, bæði í dag og í komandi døgum – ein dag í senn.
– ØB