At koma heimaftur

Um jóltíðir ferðast ungir føroyingar í hópatali heim til Føroya fyri at vera saman við foreldrum og systkjum. Vit vilja helst vera saman við “okkara” um høgtíðina – hava okkara kæru rundan um okkum. Og tað er væl skilligt, at um jólini ynskja foreldrini at breiða sínar veingir yvir børnini, sum í gerandisdegnum eru búsett so langt burturi. Viðhvørt hendir tað øvuga: Foreldur koma niður til Danmarkar fyri at vera saman við børnum teirra, ikki minst tá talan er um eina útisetafamilju við smáum børnum.
Boðskapurin, sum knýtir seg til jólini, er tann besta og vakrasta søgan um heimkomu. Gud okkara longdist eftir, at vit skuldu koma “heimaftur.” Men vit kláraðu tað ikki sjálvi. Og so hendir tað, at “orðið var hold og tók bústað millum okkara.” Gud sjálvur kom gjøgnum Jesus, son sín, og dvaldi okkara millum. Himmalin setti seg í samband við jørðina. Armurin var útrættur gjøgnum Jesus, sum var føddur í Betlehem. Men, sum vit vita, móttøkan var kaldlig: Rúm var ikki fyri honum i gistihúsinum. Hansara egnu tóku ikki ímóti honum.” Og móttøkan av lívsins harra var ongantíð meiri hjartaleys, myrk og ónd, enn tá ið Jesus 33 ára gamal var krossfestur á Golgata, hóast hann einki ilt hevði gjørt.
Men Gud hevði eina aðra dagsskrá enn hana, sum hansara samtíð helt seg hava, ið krossfesti Frelsaran. Tí júst við deyða hansara skuldu brúgvin byggjast, sum kundu leiða okkum heimaftur til Gud.
Høvuðsendamálið við vitjan hansara her á jørð var júst hendan: At taka burt synd heimsins – og at gera eina heimkomu møguliga hjá tær og mær.
Vælkenda søgan í Lukas 15 er um ein son, sum rýmdi frá húsi faðirs síns og helt seg kunna sløkkja sálartostan í hesum heimi. Men løtan kom, tá honum longdist heimaftur, tí at “eingin gav honum nakað.”
Hann tók avgerðina at venda heimaftur – og játta synd sína. Hann reistist og fór. Og so standa hesi talandi orð. “Men meðan hann var langt burtur, sá Faðirin hann og honum tókti hjartaliga synd í Honum. Hann fór rennandi og leyp um hálsin á honum og kysti hann. Eitt grípandi dømi um, hvat hendir, tá vit koma heimaftur til Gud.
Tað er tað, sum tú og eg mugu gera, um vit andaliga eru stødd í útlegd – burtur frá Gudi. Vit mugu koma heimaftur. Harranum Jesusi leingist eftir at hava samfelag við okkum – og himmalin frøist, tá vit koma heim.
                                                                                                                                                                                  ØB

You may also like...