Nakrir fyrverandi OJ-arar hittust

Operation Josva var ein danskur, evangeliskur felagsskapur sum var virkin nøkur ár fyrst í 70unum. Hann hevði miðstøð í Sanderum, einum gomlum bóndagarði, sum liggur beint uttan fyri Odense. Visiónin aftan fyri verkið var at náa út til danska fólkið við evangeliska boðskapinum. Ung úr ymiskum samkomum og kirkjum í Danmark vóru við í hesum verki, sum fekk nógva umtalu, eisini í táverandi fjølmiðlunum. Fleiri føroyingar vóru við hesi árini – Susan og eg í 1972-73. Tann allarfyrsti føroyingurin, sum annars fráboðaði, at hann ætlaði sær at luttaka í OJ-arbeiðnum, var Páll á Lakjuni.  Og tá ið júst Páll kom hendanvegin at vitja mitt í juli – og tað gjørdi hann enntá á syklu úr Hirtshals til Keypmannahavnar – tók onkur stig til at savna nakrar fyrrverandi vinir av OJ-luttakarum.
Og sera hugaligt var hendan leygardagin 13. juli at hittast gamlar vinir aftur – nú munandi eldri, og tey flestu í pensionistaárum. Fáu og gráu hárini boðaðu frá, at árini vóru komin, men fólkini tey somu annars.  Nøkur teirra høvdu vit ikki sæð í mong ár, so gott var at hittast aftur. Hetta gjørdist ein ljós og hugnalig løta, har høvi var at minnast aftur á góðar dagar og greiða frá, hvussu lívið varð hildið fram aftan á Josva-tíðina. Og gott var at merkja, at hóast dynamikkurin nú ikki var hin sami hjá hesum fyrrverandi “Josva-soldatum”, so eru hetta framvegis fólk, sum eru upptikin av Harranum og verki hansara.
Leggjast kann so aftrat, at tað var í tí tíðini, Susan og eg vóru við í Operation Josva, at vit gjørdu av at flyta til Keypmannhavnar og byrja arbeiðið millum føroyingar í einum húsi á Amager, sum seinni fekk navnið Kristnastova.
 –                                                                                                                                                               Øssur

Felagsmyndin omanfyri:  Aftast sæst Páll, frammanfyri hann Carsten og Vibeke. Frá vinstru: Øssur, Betty, Jørgen – frammanfyri Jørgen sæst Bodil, síðani Niels, Solveig og Inger, Fremst: Mogens, Niels, Arne, Annette. Marianne og Susan.

 

 

 

 

 

 

Nógv var at hugleiða um hjá fyrrverandi samverkafólki hesa heitu summarløtu…

You may also like...