Møtast og skiljast

Hetta var yvirskriftin í “Boðberanum” í 1998 – altso fyri umleið 20 árum síðani. Aftaná eina langa búskaparkreppu í Føroyum var farið at gangast betri heima á landi, og nógvir útisetar kundu flyta heimaftur aftan á drúgva tíð uttanlanda. Í Boðberanum vóru ymsar hugleiðingar í samband við at 25 ár vóru liðin, síðani arbeiðið í Kristnastovu byrjaði.
Greinin fekk sín íblástur gjøgnum gomlu felagsmyndina,
sum varð tikin av ungum útisetum, ið savnaðust á Oxford allé í 1973. Tað var har Kristnastova sá dagsins ljós. Myndin av ungu útisetunum, sum vóru í Keypmannahavn um hetta mundið, er tikin aftan á eitt fríggjakvøldsmøti – hetta møti, sum framvegis verða hildin, nú vit skriva 2018. Greinin kann lesast her.

 

 

You may also like...