Samvera og samfelag í urtagarðinum

Urtagarðurin í Kristnastovu er stórur og vakstrarríkur –  og skal helst haldast væl. Men tíbetur trýtur ikki á hjálpandi hondum, tá sokallaður “havadagur” er, og ymist skal gerast fyri at viðlíkahalda hendan støðugt grógvandi blettin á Birmavej 38.
Í løtuni stendur stóri urtagarðurin í fullum blóma, og tá ið so møti verða hildin, og veðrið er gott, ber til hjá fólki at fara út um við kaffikoppunum, har samveran og samfelagið kann halda fram, eftir at sjálvt møtið er av. Og so er tað ein hugnalig sjón at síggja fólk sita í ymsum krókum og njóta løtuna saman í góðum práti, meðan sólin skínur og smáfuglarnir láta í stóru trøunum.
Soleiðis hevur verið seinastu sunnudagarnar  – hesar myndirnar vóru tiknar 13. mei.

 

 

 

 

You may also like...