Á lívsins leið

Á lívsins leið” er ein av mongum sangum, sum er komin av hondum John W. Petersons, sum livdi í tíðarskeiðinum 1921-2006 og var úr USA. Sagt verður um John W. Peterson, at hann skrivaði yvir 1000 sangir og hevði stóra ávirkan á evangeliskan sangin frá 50unum og inn í 70ini.  Fleiri av sangum hansara eru týddir til føroyskt og hava verið sungnir í føroyskum samkomum í mong ár. Nevnast kunnu “Bert góðsta og miskunn” – “Dýrdin kom niður” – “Eg sendi tykkum” og “Sólsettu fjøllum yvir”.
Stutti sangurin  “Á lívsins leið”, sum stendur niðanfyri, var ein av teim fýra, sum vóru við á seinastu EP-útgávuni hjá Sangbrøðrum, sum kom út síðst í sekstiárunum. Hann er nú eisini at finna í Nýggju Songbók Guds Fólks og er nr. 1236. 


Orð og lag: JOHN W. PETERSON. Týtt: ØB

Á lívsins leið ein vinur er, sum fylgir mær,
so undurfult hvørt stig meg leiðir hann,
á myrku nátt hann ljós og gleði til mín bar,
og tað er Jesus, sum mítt hjarta vann.

Um leiðin ber um fjøll og brattar líðir,
um myrk og illgongd gøtan mangan er,
so er tað nokk at vita, at hann fylgir mær
á vegnum, sum til Himmalheimið ber.

Í ár so mong hans kærleika ei kendi eg,
inntil við krossin hjarta mítt fekk frið.
Eg leit á hann, sum leið og doyði fyri meg,
og nú hans hond eg kenni við hvørt stig.

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *