Okkara Arnvør er farin
Tung vóru boðini heimanífrá, tá vit frættu, at Arnvør ikki longur var okkara millum. Hon andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. februar.
Í mong ár búðu Arnvør, Rói og børnini á Amager og vóru ein partur av samkomuni í Kristnastovu.
Arnvør var eitt livandi menniskja við ljósum lyndi, sum ikki kundi annað enn hava góða ávirkan á tey, sum komu í samband við hana. Hon var merkt av náttúrligari lívsgleði og kundi vera skemtingarsom og álvarsom um somu tíð. Og so var ein vitug og andaligt hugsandi kvinna.
Arnvør elskaði at syngja, og við síni yndisligu rødd sang hon um Jesus, sum hon kendi og elskaði. Sangirnir vóru bornir av tign, hjartalagi og sannføring. Á andaktum inni á Sjúklingahotellinum sang hon seg inn í hjørtuni á fólki, sum høvdu tørvir av ymiskum slagi. Ofta var sangurin kryddaður við nøkrum góðum, hóskandi orðum aftrat.
Nú er røddin tagnað hesumegin, og vit hugsa nógv um Róa, sum stuðlaði henni so væl, og børnini, Símun, Torkil, Silju og Teitur. Harrin styrki tykkum øll í sváru sorg og missi tykkara!
Seinastu ferð, Arnvør sang fyri okkum í Kristnastovu, var á grækarismessu í fjørð, sunnumorgunin 12. mars. Hon valdi sjálv at syngja sangin “Á Jesus, opna tú mítt eyga”, har seinasta versið var hetta – og tá sungu vit øll við:
Ein dag í himli eg skal syngja,
hin nýggja song, tú lærdi meg,
tá ”Lambið verdigt er” skal ringja,
og eg tilbiði, æri teg.
Nú er hon har, og vit takka Harranum fyri vitnisburðin, sangin, og minnið um okkara kæru Arnvør.
–
Øssur