Nýggjárið í ævinleikans ljósi

Vit eru farin inn í eitt nýtt ár – við tess 365 døgum. Og saman við ársskiftunum komu ynski, metingar, afturlit og heilsanir. Men nú – ið nakrir dagar eru farnir, mugu vit nokk ásanna, at langt er frá nýggjársaftans glitrandi fýrverkaríi til vanliga gerandisdagin. Flestu dagar okkara eru vanligir, litleysir dagar. Vit hava vanligar uppgávur í  vanligum gerandisdegi. Harumframt eru tað dagar, sum eru alt annað enn spennandi, tí ymist gongur okkum ímóti.  Lívið er umskiftandi og tað eru vit eisini.

Tí mugu savna okkum um tey ævigu virðini. Orð Guds, sum livir og varir. Vit eiga at hava í huga at ríki Kristusar er ikki av hesum heimi og liva í ljósinum av tí.

Rick Warren, kendur m.a. frá bókini ”The purpose-driven Church” sigur: Eg kann kanska liva frá 60 til 100 ár á jørðini, men eg fari at brúka biljónir av árum í ævnleikanum. Hetta er  upphitingar-leikurin, frumframførslan. Gud ynskir  at vit skulu praktisera tað á jørðini, ið vit til allar tíðir fara at gera í ævinleikanum.”

Paulus skilti týdningin av hesum og tú merkir á brøvum hansara, hvussu hann livir miðvíst í ljósinum av tí. Hann skilti høvuðsendamálið við lívi hansara og innrættaði seg eftir tí. Hann hevði eisini nøkur mál,  áðrenn hann gjørdist kristin – nøkur destruktiv mál: at útrudda tey kristnu. Men Jesus møtti honum uttan fyri Damaskus, og hann varð umbroyttur. Nýggj mál vóru sett út í kortið  Hann gjørdist ein tænari Harrans – eitt vitni fyri Jesus.

Okkara mál og verk mugu vera øðrvísi enn hjá teim vantrúgvandi. Samkoma Kristusar hevur eina heilaga ábyrgd, sum má umsitast við størstum álvara. Tað er umráðandi, at tú og eg hava miðvís, andalig mál í lívinum, tí vit eru frelst og kallað at liva eitt lív, ið peikar á Jesus, frelsara okkara. Miseydnast tað, er høvuðsendamálið við lívi okkara farið fyri skeytið.

Tað er ikki altíð, vit náa tey mál, vit seta okkum her í lívinum. Men einki eigur at forða tær í at náa málið, Gud hevur fyri tær.  Paulus kann í við endan av lívi sínum skriva til Timoteus: Eg havi fullført verk mítt – runnið skeiðið at enda.

Fara vit at siga tað sama, tá ið okkara lívsskeið er av?
–                                                                                                                                                                                                                                  Øssur

 

   

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *