Ein yndisligur sangari Ísraels

Dávid kongur varð kallaður yndisligi sangari Ísraels. Føroyingar hava átti ein, sum vit hava hug at geva sama heiti. Hann livdi tíðarskeiðnum 1920 til 2005 og var listamaður og sangari á høgum støði. Teir mongu andaligu sangir, sum hesin gávaði sangarin innsang yvir eitt longri áramál, avspeglaðu ta trúgv, sum búði djúpt í hjarta hansara.
Og nýútkomna tvífløgan við Ingálvi av Reyni vekur mong minni frá eini tíð, sum nú er farin í søguna.  Heilt frá fimtárunum og upp til nýggju øldina  setti rødd Ingálvs dám á so mong møti, kórsang, ferðir innan- og uttanlanda, á sendingar í Útvarpi Føroya og – ikki minst Evangelisku Røddina. Føroyingar lýddu á við andakt, tá Ingálvur sang.  Ikki tí at hann trein fram í heilum , men tá hann gjørdi tað, so gjørdi hann tað á ein hátt, sum bæði hugtók og talaði.
Hóast verandi ein sera lítillátin maður, fylti hann so nógv í landslagnum. Hann var jú ikki bara ein framúr góður sangari og listarmaður, sum setti stór krøv til sín sjálvan. Hann var eisini ein heilhjartaður kristin, sum ynskti at æra Harran í orði, sangi og verki, og tað sást og hoyrdist.
Eg kendi Ingálv frá barnaárum av. Hann var sunnudagsskúlalærari mín, vit sungu saman í Ebenezer-kórinum, og vit høvdu ymist samskifti gjøgnum árini. Men ikki minst stendur ferðin við Sangvitnisflokkinum í Íslandi í 1963 klárt í minni mínum. Hetta var eitt lítið kór, sum plagdi at luttaka í Bíbluklassanum í Ebenezer – eitt kór sum annars ikki hevði so langa livitíð.
Vit fóru á hásumri í 1963 við DFDS-skipinum Dronning Alexandrine til Reykjavíkar fyri at syngja á ymsum samkomum, bæði í Reykjavík, Akureyri og aðrastaðni við. Ferðaleiðari var Petur Háberg, røðari var Zacharias Zachariassen – umframt Petur sjálvan – og solosangari var Ingálvur av Reyni. Jógvan við Keldu var eisini við á ferðini og sang saman við okkum.
Hetta var ein ferð, sum vit øll munnu minnast afturá við gleði, sum vóru við. Umframt at syngja á samkomum í Reykjavík, vóru vit eisini á Akureyri, Keflavík og øðrum støðum og sungu. Og tað var ikki minst sangur Ingálvs, sum hugtók íslendingar. Kringvarpið í Reykjavík bjóðaði sær at taka nakrar av sangunum upp, og teir gjørdu eina sending burtur úr upptøkunum. Ein av sangunum var “Ástfolgin hirðisins hjarta”, sum er íslendska umsetingin av “Dýrur er fyri hans hjarta” – ein sangur um hin góða hirðan, Jesus, ið hevur umsorgan fyri seyði sínum. Ingálvur hevði solorøddina í sanginum. Vit, sum vóru við í hesum lítla kóri, vóru blaðung, og røddirnar helst ikki so “poleraðar”, men rødd Ingálvs var ivaleyst í hæddini um hesa tíð. Ein serstøk gleði er tað at hoyra hesar tónar aftur, nú júst hesin sangurin er komin við á minnisfløguna.
Og hetta er ivaleyst bara eitt dømi av mongum,  tí fleiri av eldra ættarliðnum munnu hava mong og góð minni frá tíðini, tá ið Ingálvur sang evangeliska boðskapin inn í hjørtuni hjá føroyingum á landi og sjógvi.
Sangirnir á tvífløguni eru 30 í tali. Teir eru sungnir á føroyskum, íslendskum og svenskum, og fleiri aftrat kundu verið komnir við. Men gott var, at hendan fløgan kom við nøkrum av av teim mongu sangum, ið Ingálvur sang fyri okkum, og vit kendu okkum signað ígjøgnum.
 

MYNDIRNAR:
1) Sangvitnisflokkurin saman við Ingálvi – sum sæst aftast, mitt fyri –   syngjandi umborð á “Dronning Alexandrine”.   2) Á veg til Reykjavíkar við flogfari. Ingálvur sæst aftarlaga til høgru.  Fimm av luttakarunum á ferðini eru ikki longur okkara millum:  Petur Háberg, Ingálvur av Reyni, Zacharias Zachariassen, Kári av Reyni og Kristianna Jespersen.
    –                                                                                                                                                                                                                                                                                                            
Øssur   LeggUØssurmikki rúm fyri teimum í h
Leggjast kann aftrat
mt                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                      

You may also like...