Tá ið “kvirra” varð sungin fyrstu ferð

Tað var í desember 1970, at sangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” varð framførdur alment á fyrsta sinni. Hetta var á hugnaløtuni í Ebenezer beint fyri jól, á eini samkomu, sum Bíbliuflokkurin skipaði fyri. Og sangurin var ikki sørt “kreativt” framførdur, sum myndin eisini gevur eina ábending um.
Solosangarin, sum stendur á talarapallinum, er Maria Hentze, sum nokk er mest kend undir navninum “Maria í Ullvøruhúsinum”. Fleiri tónleikarar spældu undir, og eitt minikór sang eisini við. Tey sum síggjast her, umframt Mariu, eru frá høgru:  Páll á Lakjuni, Anna Sloan, Ása av Reyni, Rúna Berghamar, Jens Andreasen, sum spældi gittar og síðani undirritaði, sitandi við klaverið. Tveir tónleikarar eru tó ikki slopnir við á myndina: Ólavur Jøkladal, sum spældi fiól, og Kári Svensson, sum við tamburin kom við í niðurlagnum”Føddur er konga kongur”.
Leggjast kann aftrat, at í tí tíðini var ikki vanligt at pynta pallar ella aðrar lutir um jóltíðir. Men Susan, enska kona mín, sum var komin frá eini aðrari bakgrund, syrgdi fyri, at granngreinar og ljós komu upp á talarapallin hetta kvøldið, sum tað eisini framgongur av myndini.  Og í dag man jólapynt vera heilt vanligt í samkomusalum, tá tað líður ímóti jólum.
                                                                                                                                                                                                                 Øssur

You may also like...