Vinkonur frá ungum árum
Nærum hvørja ferð, tá ið tað er eldrasamkoma í Kristnastovu, sært tú tvær kvinnur millum “seniorarnar”, sum gjarna sita saman. Tær eru Mona Nielsen, av Toftum, sum er skyldkona mín, og Fía Wichmann av Glyvrum. Báðar hava búð í Danmark síðani tær vóru ungar.
Tær arbeiddu báðar sum telefondamur á telefonstøðini í Havn og komu nakað eftir krígslok niður til Keypmannahavnar, tí tær høvdu fingið annað arbeiði her. Fleiri aðrar ungar kvinnur vóru við í somu ørindum. Fía og Mona vendu ongantíð heimaftur, tí tær giftust herniðri, fingu familjulív og hava so búð her síðani. Tær mistu tó samband við hvørja aðra, og mong ár gingu, áðrenn tær hittust aftur. Á einari eldrasamkomu í Kristnasovu stutt eftir aldarskifti bar leið teirra saman aftur. Og síðani hava tær sitið saman á eldrasamkomu okkara og ivaleyst havt nógv prát um gamlar dagar. Mona og Fía eru javngamlar, aldurin er komin, og tær verða skjótt 92 ár. Myndirnar omanfyri vóru tiknar á eldrasamkomuni í desember í fjør.
Stutt síðani kom Mona á eitt røktarheim á Amager. Tí gjørdi eg eina avtala nú ein dagin at avheinta Fíu, so tær kundu hitta hvørja aðra. Jú – vit møttu einari smílandi Monu á gongini í hennara nýggja heimi, og vit fingu eina góða løtu hendan seinnapartin. Stuttligt var at hoyra teirra prát um ta ferðina, tá ið tær komu til Danmarkar, teirra arbeiðspláss og mangt annað. Og eftir hugnaligt prát og bøn um nærveru og signing Harrans lá leiðin út aftur til bústaðin hjá Fíu og síðani í Kristnastovu.
Arbeiðið í Kristnastovu er nógv merkt av ungum, lesandi fólki, og tað er stór gleði at síggja tey millum okkara. Men sanniliga kennist eisini gevandi at vera saman við eldra ættarliðnum, sum hevur livað eitt langt lív við drúgvum royndum og í áliti á Harran.
Øssur