Eg veit, at loysnari mín livir

Hesin sangur eftir Marius Absalonsen, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910-2001, man vera nýggjur hjá teim flestu. Men hann er at komin við í Nýggju Songbók Guds Fólks og er nr. 443.  Sangurin setur trúarorð Jobs (kap. 19 v. 25) í eitt evangeliskt ljós – peikandi fram ímóti Kristusi, sum er uppreisnin og lívið.  Tá ið vit kenna okkum ákærd og fordømd, verða vit vard av Honum, ið gav lív sítt fyri at seta okkum í frælsi. Og ein dag skulu vit síggja Hann.

  Nótar HER

Eg veit, at Loysnari mín, hann livir,
eg fari sjálvur at síggja hann.
Hann øllum skepnum jú valdar yvir,
úr Satans veldi meg loysti hann.

Tá lívssól mín farin er til viðar,
og Satan reisir sítt kærumál,
skal Jesus stíga fram, mær til friðar:
„Eg gav mítt lív fyri hesa sál!“

Tá henda húð mín er vorðin fúnað,
tá fer mítt eyga at skoða Gud,
rætt sum ein blóma í fullum búna,
ið gróðursett varð við sorg og sút.

Jú, mær til besta eg hann skal skoða,
so mangan tóktist tann hugsan fjar,
men nú í kærleikans morgunroða,
so still, so blíð og so nær, so nær.

Títt síðsta orð skal í ævir standa
sum sáttargerð fyri mína sál.
Eg skal tær møta sum vin og frænda,
mítt djúpa ynski og hægsta mál .

Orð: Marius Absalonsen (1910-2001)  Lag: ØB

                                       

You may also like...