Eg skal altíð lova Harranum

Niðanfyri standandi sangur varð sungin á fyrsta sinni í Kristnastovu tíðliga í 2017.
Hann er skrivaður við íblástri úr náttúruni og Sálmi 34, 2:  “Eg skal lova HARRANUM altíð,
prís Hansara skal altíð vera mær á munni.”

 NÓTAR HER        Ljóðfílur niðast

Guds skaparverk og undur mong
eg skoða kann á grønu ong.
Náttúran ber fram takkarsong
hvønn dag til skaparan.
Ta rúmd, tú sært eitt dýrdarkvøld,
planeturnar og stjørnufjøld,
sum staðið hava øld um øld,
tær bera boð um Hann.

Og eg skal altíð lova Harranum,
sum dýrt mær frelsuna vann.
Altíð undrast á ta náði, sum
mín sál hjá Honum fann.                                                                           

Tann Gud,  ið altíð var og er,
sum skapti alt og øllum ber,
Sín son lat senda niður her
at doyggja fyri meg.
Ja, Hann, sum mælti: veri ljós,
mær veitti lív og nýggja kós.
Nú Kristi krossur er mítt rós
og fríur eri eg.

Um stokkut er mítt tíðarskeið,
mær heldur Hann, sum broytist ei.
Við lyftum Hans á lívsins leið
eg tryggur vera kann.
Í Kristusi mítt lív er fjalt,
Hann signaði meg túsundfalt,
og trygt meg leiðir gjøgnum alt
inntil eg síggi Hann.

Orð/lag: ØB

Forspæl hoyrist at byrja við.

 

 

You may also like...