So mangt er mær dult

Í Sálmi 18,31 standa orðini: “Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.” Hesi orð hava ivaleyst verið í bakhuganum, tá hesin sangur varð skrivaður. Helst er sangurin eisini litaður av, at kæra mamma mín hevði fingið alzheimer sjúkuna við tí negativu ávirkan, ið henda ringa sjúka hevur á likam, sinni og kenslur.

Sangurin, sum helst er skrivaður umleið 1992-93, hevur ikki verið sungin alment fyrrenn 4. desember 2016, tá ið Arnvør á Torkilsheyggi sang hann á Salt konsertini í Løkshøll við undirspæli av Hans Poulsen.

                                                               Orð/lag: ØB

So mangt er mær dult á tí fullkomna vegi,
sum tú hevur leitt meg inn á.
So mangan eg kenni, at lítil er megi,
og illa eg leiðina sá.
Men frelsari kæri, hvar enn ið eg fari,
frá tær tó eg flýggja kann ei,
og orð títt so mangan mær gjørdist tann varði,
sum lýsti mær aftur á leið.

Tað hendir so mangt, ið eg illa kann skilja,
og ivin meg køvir viðhvørt.
Eg fái ei eyga á veg tín og vilja,
alt tykist eitt loyndarmál stórt.
Tó veit eg, mín faðir, at hvat enn meg ræðir,
tú ongantíð hevur mær slept.
Tú ert har, væl vitandi um alt, ið bagir
og hevur við blóði meg keypt.

Eg kenni tað stundum so torført at biðja,
tá mangt her á fold fer í sor.
Sum trilvandi hond mín at tær seg man styðja,
so hjálparleys tykjast mær orð.
Men tøkk eg tær beri, tú lovaður veri,
tí støðugt tú skilligt mær gert,
at kraftin, mær heldur, er ei tað eg eri,
men alt tað, ið tú, Harri, ert.
 

Men dagur skal koma, tá ið eg skal skilja
so mangt, ið eg her skilji ei.
Tá tú ikki longur skalt fyri mær dylja,
hví torfør so mangan var leið.
Har ævig er gleði – mær birtast við megi
skal ljósið, ið fjalt mangan var.
Jú, hondin mær helt á tí fullkomna vegi,
sum trygt meg til himmalin bar.

     Arnvør í Løkshøll

You may also like...