Seniorar á jólasamkomu
Enn einaferð var samkoma í Kristnastovu fyri eldra ættarliðnum av føroyskum útisetum, sum búgva í Keypmannahavn og aðrastaðni á Sjællandi. Neyvan hava vit áður verið so mong í tali. Og fólk hugnaðu sær væl, fingu ein góðan breyðbita við m.a. drýli og føroyskum viðskifta, og so varð sungið, prátað og hugleitt. Fleiri jólasangir vórðu sungnir, sum seta dám á hesa ársins tíð, men eisini minna okkum á hin góða boðskapin um komu Kristusar. Og aftaná at hava verið saman í einari tríggjar tímar varð enda við einum orði og bøn.
Tað vóru væl nakrir vælhýrdir útisetar, sum í gongini ynsktu hvørjum øðrum gleðilig jól, áðrenn leiðin lá heimaftur hendan seinnapartin.