Góð móttøka av Nýggju Sangbók

Nú er meiri eini átta mánaðar farnir, síðani Nýggja Sangbók kom út við heili 1504 sangum. Og sigast má, at samkomurnar og fólk yvirhøvur hava tikið væl ímóti sangbókini, sum leingi var undir uppsigling. Eisini útisetar eru glaðir fyri bókina, ikki minst eldru útisetarnir, sum framvegis dáma, at hava eina bók í hondini og reflektera yvir nýggjar og gamlar sangir.

Og longu nú merkist – kanska serliga í Føroyum – at fólk eru farin at nýta teir nýggjaru sangirnar, sum frammanundan ikki hava verið tøkir, ella verið í sangheftum, ið kanska ikki altíð hava verið til taks. Bókin er jú snøgg og – hóast størri í vavi enn gamla SGF – tykist hon at liggja væl í hondunum á syngjandi fólkinum.

Nú verður arbeitt miðvíst við at fáa øll løgini niðurskrivað, sum ikki standa í nótabókum. Her er tað serliga føroysku nótasmiðirnir, hvørs nótar ikki altíð eru niðurfestir – og her má so onkur taka í egnan barm.

Vit liva í einari elektroniskari tíð, har tað kenst lættari at lesa tekstir, sum vera varpaðir upp á veggin. Kortini ivist eg ikki í, at Nýggja Sangbók verður mongum føroyingum  – burturi og heima – ein kelda til íblástur, gleði og signing.

 

 

You may also like...