Við grøv faðirs og móðurs
Fyrsta jóladag var ein vakur, veðurgóður dagur í Føroyum – tað var og frost og stilli í luftini. Hendan dagin fóru vit fýra systkini út í Nýggja Kirkjugarð og tendraðu eitt ljós við leiðið hjá foreldrum okkara.
Mamma andaðist í 1994 og Babba í 2003. Orðini, sum Babba vildi hava at standandi á gravarsteinunum vóru hesi ” Her vart tú heimið, nú ert tú heima”. Og satt var tað. Mamma var í sjálv sálin í heimi okkara í Dalatúni. Bæði andaðust á Handarastovu á Lágargarði, har tey fingu ein góðan karm rundan um teirra seinastu tíð. Og eftir at Babba var farin, komu hesi orð at standa aftrat á steininum “Saknaður her – fagnaður har.” Kanska var tað eitt sindur í tráð við Babba sjálvan, sum ofta var knappur í orðum.
Mong góð minni eru um okkara góðu foreldur, og tey eru framvegis saknað – men tíbetur væl fagnað hinumegin.