Sloans hús um jóltíðir
Hjá tí, ið spákaði í miðbýnum Havn um jóltíðir, var tað ein litrík sjón, sum møtti einum í gamla býarpartinum – eitt nú við gamla Bókhandil og niðri í Vágsbotni. Har vóru ljós, granngreinar og stjørnur í alskyns litum, ímeðan hugnaligur jólatónleikur hoyrdist í hátalarum, sum vóru uppsettir ymsastaðni.
Og eisini var hugnað um Sloans hús, sum liggja beint oman fyri Tinghúsið. Har skygdu ljósini í grannskrýddum gluggum í teim søguligu húsunum, har ein ljóssins boðberi búði fyri góðum hundrað árum síðani.