Sólarris um heimsins lond

                           

UPPRUNAHEITI: “JOY HAS DAWNED”  –
Orð/lag: Stuart Townend og Keith Getty  –  Týðing: ØB

Sólarris um heimsins lond, orð, frá fyrndum boðað,
frelsuboð um lív og vón allar tjóðir fáa.
Har var einki lúðraljóð, fáar vóru røddir,
tá ið gávan givin varð: Jesus, hann varð føddur.

Tó – teir hoyrdu einglasong har í dýrdarljósi,
Tá ið lívsins kongur fekk lívd í einum fjósi.
Hann, ið skapti rúmd og verð, ljós í myrkri svarta,
hjálparleysur einaferð lá við móðurhjarta.

Undrandi, við takksemi, hirðar Barnið sóu.
Vísir menn av fjarleiðum komu og tilbóðu.
Bóru gull og roykilsi, myrra himmaldrotti.
Hann, sum er Immanuel, lív tó lata mátti.

Ádams sonur – sonur Guds, okkum givin varð hann,
sum á krossi læt sítt blóð, bjarging okkum bar hann.
Hvør ein vinur, frelsari, sum av hæddum høgu
kom – og er nú hevjaður yvir tíð og søgu.

Jólasangur eftir ensku sangsmiðunum, Keith Getty og Stuart Townend, sum hava skrivað fleiri av teim nýggjari sangunum, sum samkomur syngja kring heimin í dag. Fleiri av sangum teirra eru umsettir til føroyskt, m.a. “Tað finst ein vón” og “Myrkur, kvøl og háð”. Sangirnir hjá Getty og Townend hava eitt týðuligt bíbilskt grundstøði og eru rættiliga evangeliskir í innihaldi.

You may also like...