Hvat var av mær?
Orð/lag: ØB NÓTAR HER
Hvat var av mær, um Jesus ei meg fann
og í náði frelsti meg?
Hvat var av mær, eg ofta spyrja má,
um eg helt fram mín egna veg?
Hvør var mín leið, hvar gekk mín fótur nú,
og hvør var lagna mín í dag?
Um Jesus ei í kærleika meg fann
og doyði deyðan í mín stað –
hvat var av mær?
Hvat var av mær, um Jesus ei meg fann?
Var eg vilstur heilt av leið,
langt burturi frá Faðirhúsinum,
og leiðir Guds eg søkti ei?
Um eg ei hoyrdi Harrans eymu rødd,
sum milt í kærleika meg dróg,
inntil við krossins fót eg boygdi meg,
var reinsaður við Kristi blóð.
Hvat var av mær? Tað er mær ókent nú.
Eitt eg veit: Hann loysti meg.
Og nú eg ferðist fram í ljósinum,
í hond hans tryggur eri eg.
Hvønn dag eg gleðast kann í frelsu Hans,
tí Hann er mín, eg syngja kann.
Og tó viðhvørt eg aftur spyrja má:
Um eg í dag ei kendi Hann,
hvat var av mær?
Tað er stóru náði Guds fyri at takka, at ein er varveittur gjøgnum lívið. Spurningurin “Hvat var av mær” er ein ásannan av hesum. Sangurin varð skrivaður í 1973-74.