Millum vinir við Miðalhavið

 IMG_2651  IMG_2637 (3)

Tá ið ein ferðast í fremmandum landi, er tað ein serstøk gleði finna onnur trúgvandi, sum koma saman fyri at tilbiðja Harran. Soleiðis var eisini, tá vit vóru á ferð í Suðurspania og funnu fram til “Skandinaviska turistkyrkan” í Fuengirola, har fólk úr Norðurlondum hava eina evangeliska samkomu – og eftir øllum at døma ein  livandi felagsskap. Tey allarflestu veteranar – fólk í eldri endanum av lívinum.  Har eru danir, norðmenn og sviar, og so kom føroyska umboðanin hendan morgunin.

Skjótt kennir ein seg heima.  Vinarlig fólk heilsa upp á hvønn annan og okkum við. Hetta eru fólk, sum búgva har um leiðir –  og so eru tað vit onnur, sum ferðast har nakrar dagar.   Umsíðir fer møtið í gongd og kendir – og minni kendir – tónar hoyrast, sungnir hjartaliga og væl. Pastorurin fer at tala við teksti úr Opinberingini – hann er svenskari, og tænir samkomuni saman við konu síni, ið situr við klaverið umframt at stjórna einum lítlum kóri, sum sang hendan morgunin.  Og so fer breyðbrótingin fram – eitt sindur øðrvísi, enn vit eru von við, men hátíðarligt og persónligt.

Og so er løtan av, og fólkið fer útum, men standa leingi og práta. Og beint áðrenn vit skulu fara, kemur  norðmaður fyri at heilsa uppá okkum. Hann hevði hoyrt, at vit komu úr Føroyum. Hevði búð í Føroyum fyri mongum árum síðani, tá ið foreldrini vóru offiserar í Frelsunarherinum. Spurdi um vit kendu Njál Djurhuus, og tað gjørdu vit sjálvandi. Soleiðis endar løtan og vit fara heimaftur – ásannandi tað, vit viðhvørt hava sungið um á møtum heima í Føroyum:

Hvør gleði tað er at finna,
tá eina ein gongur her,
ein bróður- og systurskara,
sum somu leiðina fer!
Tað er sum ein svalligur drykkur
ein tostleittan summardag,
sum skýggi í sólarhita,
ein pílagrím lívgar tað.

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *