Í fedranna fótafetum

IMG_1671 IMG_1655 IMG_1652 IMG_1651 IMG_1648   

Ein uppliving burturav var tað undir Føroyaferð okkara í mai-juni at vitja Kallsoynna, har familja okkara í faðirætt hevur nakrar røtur. Abbi mín, sum eg ongantíð hitti, tí hann doyði í 1938, vaks upp í Innistovu á Trøllanesi.

Tí var tað ein serstøk gleði at sita í Innistovu hjá bóndahjúnunum, Gertrud og Jógvan saman við Susan,systrunum og Jefri, svági. At hoyra Jógvan, skyldmann okkara, greiða frá viðurskiftunum í ættini og hesi gomlu bóndabygd var sera fangandi og áhugavert.

Eisini fingu vit høvi at síggja kirkjuna í Mikladali, sum Jóhannes abbi arbeiddi uppá fyri 100 árum síðani. Snøggi  talarapallurin – og ein minni pallur við síðuna av – eru lutir, sum abbi smíðaði fyri 100 árum síðani. Hetta vistu vit ikki um frammanundan, og tí gjørdist hetta serliga forvitnisligt hjá okkum at síggja. Jóhannes á Nesi, sum abbi okkara varð kallaður, var vist ein sera góður handverkari.

Omma okkara, Maria Joensen, var ættað úr Havn, og virkaði í fleiri ár sum lærarakvinna í bygdunum á Kalsoynni. Og har hittust hon og abbi fyri góðum 100 árum síðani.

 IMG_1743 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *