Logos Hope birtir vón kring heimin
Áhugavert var hjá teimum, sum leitaðu út til Skovlunde Frikirke 15. mai, at vera við til Logos Hope dagin. Millum luttakararnar vóru nøkur ungfólk úr ymsum londum, ið høvdu verið við skipinum eina tíð, og tey greiddu frá ymsu upplivingum teirra. Tú merkti teirra eldhuga fyri tí skipi, sum í eina tíð hevur verið heim teirra. Peter Nicholl, sum er suðurafrikanari og altjóðari leiðari av “OM Ships” missiónini, lutaði áhugaverdar tankar út frá royndum og trúarstigum, sum hava eyðkend OM-felagsskapin gjøgnum árini.
Ein tílíkan dag verður tú mintur um, at trúgv, visión og trúarstig hava verið eyðkenni fyri OM-fyritøkuna og er tað framvegis. Vit fingu at hoyra, hvussu skipið og manning tess nær út til fjøldir av fólki við boðskapinum um Jesus. Í nógvum havnum kring heimin fylkjast fólk í stórum flokkum rundan um skipið, koma umborð, har tey fáa høvi at hoyra evangeliið og ogna sær orð Guds.
Í skaranum, sum vóru komin saman hendan dagin, sóust fyrrverandi OM-leiðararnir, Børge Johansen og Bitten Schriver – umframt núverandi leiðara, Andrew Berghamar. Og so sást tú tey gomlu, trúføstu fólkini, sum hava staðið rundan um OM øll árini – fleiri teirra komin eitt sindur til árs, men hjørtu teirra brenna fyri OM-missiónini. Og so vóru nøkur yngri fólk eisini. Gott var at síggja fleiri Kristnastovufólk millum teirra – teirra millum Dánjal og Bjørg í Skemmuni, sum fara við skipinum komandi ár.
Fyrireikararnir høvdu ivaleyst vónað, at sæð fleiri fólk hendan dagin, hóast samlaði skarin, sum var gjøgnum dagin, ikki var heilt lítil. Tú situr eftir við hugsanini, at hendan siglandi missiónin átti at havt eitt størri pláss í hjørtunum hjá trúgvandi dønum og føroyingum, sum søguliga og samfelagsliga eru knýtt til sjógvin.
Vit liva í einum heimi, sum suffar eftir friði og tørvar at hoyra um Jesus. Og tá er Gamla Norrøna, sum í dag eitur Logos Hope, ein gyltur møguleiki hjá okkum at markera, at eisini vit eru við – á hvønn hátt tað so verður gjørt.