Bert ein dag í senn

Orð/lag MARIJOHN WILKEN OG KRIS KRISTOFFERSEN. Týðing: ØB

Einki eg megni í sjálvum mær,
Kraft mín tú ert,
hjálp tú mær bert
at hvíla í tær.
Kósina vís mær – og leið mína kenn.
Gev mær tín frið,
leið meg hvørt stig
bert ein dag í senn.

Bert ein dag í senn, mín Jesus,
Tað er alt mær tørvar júst nú.
At liva meg lær
við styrki frá tær.
mítt álit ert tú.
Gjárdagurin fór, mín Jesus,
Í morgin ei komin er enn,
Eg biði teg:
vís mær tín veg,
bert ein dag í senn.

Sært tú tann ófrið í heiminum er?
Myrk hendan tíð,
Bardagi, stríð
meg ótryggan ger.
Men tú ert hin sami,
ert virkandi enn.
Eg líti á teg,
Vís mær tín veg
bert ein dag í senn.

“One day at a time”  er ein kendur sangur í enskttalandi heiminum. Hann varð leysliga umsettur til føroyskt í sambandi til fløguna hjá Árna B. Jensen, sum kom út í novembur 2013.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *