FORVITNISLIGUR FUNDUR

Leygardagin 25. januar ein rættiliga øðrvísi fundur hildin í Kristnastovu.

Talan var um ein fund hjá grundeigarafelagnum, ið er á økinum kring Kristnastovu og vanliga heldur aðalfund einaferð um árið.

Hesin fundur plagar at verða hildin í leigaðum hølum onkunstaðni tætt við. Men hesa ferð ynsktu tey at vera í Kristnastovu, og tað fingu tey loyvi til. Og sum vanligt er á slíkum fundum, varð tosað um ymisk húsaviðurskifti, vegir, gongubreytir, kommunalar spurningar og annað. Men eisini varð høvi at njóta ein drekkamunn saman og okkurt afturvið.

Hetta var fyrstu ferð at fleiri av grannunum í umráðnum fingu høvi at síggja Kristnastovu innanífrá, og tað tóktust tey seta prís uppá. Samanumtikið gjørdist hetta ein framúr góð og positiv løta. Formaðurin helt enntá, at hetta vóru tey bestu hølini, tey høvdu fundast í.

Fyri okkum hevði fundurin ein heilt serstakan týdning, og tað hevði sína grund. Tí í 1979, tá ið Kristnastova á Birmavej skuldi keypast, var sama grundeigarafelag ímóti at eitt hús í umráðnum skuldi nýtast til eitt “kristiligt-sosialt” arbeiðið. Mótmæli teirra gjørdi tað, at vit leitaðu okkum hjálp frá táverandi fólkatingsmanni, Johan Nielsen, sum setti okkum í samband við bústaðarráðharran, Erling Olsen. Hann hevði mynduleika at skera ígjøgnum soleiðis, at vit kortini fingu loyvi at nýta húsið til virksemið. Og skoytast kann uppí, at bæði Johan Nielsen og Erling Olsen fingu høvi at síggja Kristnastovu.

Óttin í 1979 hjá grundeigarafegnum var tíbetur ógrundaður – og í mong ár hava góð viðurskifti verið okkara millum.

So tá ið øll mál vóru avgreidd hendan dagin, tá ið aðalfundurin var, føldi eg trongd til at taka orðið og – við søguni í huga – úttrykkja mína gleði yvir, at ársaðalfundurin í ár kundi haldast í Kristnastovu. Onkur av luttakarunum mintist aftur á alt hetta, men annars var heilt týðuligt, at orrustan frá 1979 langt síðani var farin í gloymskunnar hav. Og tað kunnu vit bara fegnast um.

Grundeigarafelagið hevur longu nú bílagt hølið í Kristnastovu til aðalfundin næsta ár.

ØB

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *