EIN VITJAN UM JÓLTÍÐIR Í 2003
Rolf Olsen – her á eldrasamkomu í Kristnastovu
Tað leið móti jólum, og eg helt, at eg skuldi hyggja inn á gólvið hjá havnarmanninum Rolf Olsen, sum eg ikki hevði sæð í longri tíð. Aldurin var vorðin høgur – eyguni vóru næstan farin , og hann skuldi fylla 95 móti vári.
Rolf var sonur Sam Olsen, keypmann í Havn. Hann var farin úr Føroyum fyri mongum árum síðani. Vit høvdu havt so nógvar góðar løtur saman – eitt nú. á eldrasamkomunum í Kristnastovu, sum hann trúliga plægdi at koma til. Hann hevði fleiri ferðir greitt mær frá, hvussu hann tíðliga í tíðini var komin til persónliga trúgv á Kristus. So vit høvdu altíð okkurt at práta saman um.
Tað var longu við at vera myrkt, tá eg ringdi upp á duraklokkuna. Men eingin kom, so eg tók í hurðina. Jú, hon var opin og inni í stovuni sat Rolf. Hevði kanska ikki hoyrt duraklokkuna.
Eg haldi, at hann var fegin um at síggja meg hendan dagin. Mær fyrikom, at Rolf bara sat og bíðaði. Hann nevndi Heimahjálp og heimasjúkrasystir – og synirnar hjá sær. Gott var at merkja, at Rolf hevði eitt gott netverk rundanum seg, sum sat einsamallur í íbúð síni í Herlev.
Eg kundi ikki annað enn undrast á friðin, sum hvíldi yvir Rolf og samtaluni hendan dagin. Her var einki, sum boðaði frá at jólini vóru í hond, men friðurin var har, sum vit syngja um á jólum. Har var eingin ónøgd yvir nakað, sum átti at vera øðrvísi.
Vit komu inn á gamlar dagar. Nøvn vóru nevnd á monnum, sum vóru hansara persónligu vinir á ungdómsárunum. Millum aðrar nevndi hann Herluf Arnason og Jens Pauli av Reyni. – Men teir eru allir farnir, letur í Rolf, og satt var tað. Men so leggur hann aftrat: Eg havi ein eftir. Eg grundaði á, hvør av javnaldrum hansara kanska framvegis var á lívi. Spyrji, hvønn hann hugsar um. Tað er hann, sum eg lærdi at kenna tá eg var ein ungur maður. Nú skilti eg, at hann tosaði um Jesus. Her var ivaleyst svarið, hví friðurin valdaði í stovuni henda dagin stutt fyri jól. Vit tosaði eina løtu um Harran og trygdina, vit hava í Honum. Eg bað eina bøn og vit ynsktu hvørjum øðrum gleðilig jól.
Tað var seinastu ferðina eg sá mín góða vin, Rolf Olsen. Tveir mánaðar seinni, meðan eg var í Føroyum, var tíðin komin hjá Rolf at flyta heim til teir ævigu bústaðir. Men seinastu løtuna, vit fingu, saman, fari eg ikki at gloyma. Ein løta merkt av tí friði, vit kunnu eiga, tá vit kenna Harran Jesus.