Mót degi ber
Orð/lag: THORSTEN STENSETH. Týðing: ØB
Mót degi ber, nú náttin fer at líða,
og hvílu æviga tey frelstu skulu fá,
ein fagur morgun skjótt úr kavi upp skal stíga,
várt heim vit náa, vár Gud vil sjá.
Hann kemur aftur við dýrd og megi,
Vit kenna stundin er komin nær,
Men inntil lýsir av ljósum degi
vár sangur er um hann sum synd vára bar.
Mót degi ber, mót málinum vit skoða,
skjótt morgunstjørnan lýsa skal á himli hátt.
Frá royndarnáttini til himmalin vit náa,
tá Harrin heim okkum heintar brátt.
Mót degi ber, hjá Jesusi vit vera,
og milda andlit hans vit síggja, loyst og sæl.
Hann hevur lovað, at Hann trygt skal okkum bera,
til loysnarstundin upprenna skal.