Rópa av frøi
Sangurin, rópa av frøi, sum Svenning av Lofti skrivaði á ungum árum, hevur sín uppruna í Sálmi 100. Fyrst varð sangurin sungin við øðrum lagi. Nýggja lagið varð skrivað til 70 ára føðingardag Svennings og hevur verið sungin av Ebenezerkórinum.
Rópa av frøi, rópa, tú frelsti,
fegnast í Gudi og syng um hans mátt,
tæn tú nú honum, ær hann við gleði,
hann hevur frelst teg úr myrkastu nátt.
Tú, sum ert Harrin, Skapari heimsins,
Alveldisdrottur, eg tilbiði teg.
Vit eru tíni, fólk títt og fylgið,
tað, sum tú røktar og leiðir tín veg.
Lat okkum fara fram fyri Harran,
stíga um portrini – syngjandi øll –
syngið nú – áður tigandi varrar –
so at tað hoyrist um hamrar og fjøll.
Harrin er góður, náði hans varir
ævigar tíðir, áh, syngið um hann,
sum okkum elskar, sum okkum leiðir.
Harrin er trúfastur – mann eftir mann.
Orð/Svenning av Lofti Lag: ØB