Eg eri við í Guds heri
“Eg eri við í Guds heri
og stríðist fyri sannleikan”
Soleiðis ljóða fyrstu reglurnar av einum sangi, vit í mong ár hava sungið saman við børnunum. Spurningurin er so, um hesin einfaldi stríðssangur avspeglar ein veruleika í lívi okkara.
Eg hevði ein verfaðir, sum gekk fattur sum ein hermaður.Gongulagið boðaði frá, at hann hevði verið í militerinum. Hann hevði eisini verið bretskur hermaður í tveimum veraldarbardøgum, og tað merkti hansara atburð og hugburð.
Er tað nakað við okkum, sum boðar frá, at vit eru í andaligum bardaga. Okkum dámar best at tosa um friðin, trygdina og gleðina í Kristusi, og tað hava vit eisini rætt til. Men kristna lívið er um somu tíð ein bardagi, har vit berjast ímóti myrkursins hervaldi.
Vit kunnu saktans sýna eina vissa styrki fram, sum er grundað á, hvat vit sjálvi eru, men hon heldur ikki meiri enn eitt vist. Tað mátti Pætur ásanna, sum við mongum orðum trein fram í egnari megi, men fall í royndarstundini.
Paulus skrivar til tey í Efesus: Verið sterk í Harranum og í kraft veldis hansara! Latið tykkum í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at standa ímóti øllum svikaálopum djevulsins.” Styrki okkara er treytað av einum støðugum tilknýti til Harran Jesus.
George Verwer, fyrrverandi leiðari av OM, skrivar einastaðni “Vit hava eina syndarliga uppfatan av, hvat kristin krígstænasta inniber. Vit keypa bøkur – vit ferðast nógvar kilometrar fyri at hoyra ein prædikumann tala um, hvussu ein kann vera signaður. Vit gjalda nógvan pening fyri at hoyra ein sangbólk syngja teir síðstu andaligu sangirnar. Men vit gloyma at vit eru herfólk Harrans”.
Sum Harrans fólk eru vit í støðugum bardaga ímóti myrkum kreftum. Hin óndi roynir at freista, fordøma og sáa ótta í hjørtu okkara, so vit gerast ineffektiv í tænastu Harrans. Vit skulu standa hinum ónda ímóti, føst í trúnni, sum ein endurreistur Pætur eisini minnir okkum um í seinna brævi sínum.
Herfólk Guds verða stundum særd í slagnum. Men Harrin reisir tey uppaftur og gevur teimum nýggja kraft – eins og Hann gjørdi við Pætur og hinar lærisveinarnar á sinni. Jesus vann ein avgerandi sigur á hinum ónda, tá hann á krossinum vísti seg sum sigurharra yvir øllum – og við Honum skulu vit sigra.
Tað er gott at vera frelstur og hava vissuna um eitt ævigt lív við trúgv á Jesus. Men ynski Harrans er eisini, at vit skulu finnast í heri hansara, stríðandi fyri sannleikan.