Kærleiki – trúfesti
Orð: ØB. Lag: Richard Rodgers *Umtala sæst niðast á síðuni
Kærleiki – trúfesti
heim og hjúnalag fylli.
Trygd í lund –
stund um stund –
lívsleið tykkara gylli.
Orðsins barlast í sál og sinn
tykkum góð vil vera.
Ljós so bjart –
nær og fjart –
orðið uppi vil bera.
Kærleiki – trúfesti
framtíð tykkara myndi.
Andans glóð,
megi góð
merki hjørtu og lyndi.
Leiði tykkum um lívsins hav
Harrans hond og megi.
Ferðin sæl
gerast skal
– vard í sorg sum í gleði.
Fyrsta ørindi varð skrivað til eitt brúdleyp í Føroyum í sekstiárunum – eitt vers aftrat kom til eitt annað brúdleyp, hildið í Keypmannahavn í sjeytiárunum. Havi altíð hildið lagið “Edelweiss” úr filminum “Sound of Music” vera so vakurt, so eg fekk hugskotið at seta orðini um kærleika og trúfesti til lagið, sum eina heilsan til eitt brúðarpar. Helst hava Orðtøkunum 3,3 verið í huganum, sum siga “Lat ikki kærleika og trúfesti víkja frá tær, bind tær tey um hálsin, skriva tey á talvu hjarta tíns.”