Vit siga tær takk
Orð og lag: ØB NÓTAR HER Upptøka finst niðast á síðuni, har eisini umtala av sanginum.
Sólgyltu ungdómsár – tú gjørdist vinur vár.
Tú komst inn í várt lív og gjørdi alt nýtt,
tókst okkum tætt at tær, aldri tín hond var fjar,
og av hjarta og sál vit syngja frítt.
Vit siga tær takk, góði Gud, fyri títt trúfesti,
ta náði, sum tú hevur veitt okkum í Kristusi.
Ta verju, tín hond hevur veitt – okkum borið, okkum leitt,
og í tær vit eru eitt – vit siga tær takk!
Takk fyri krossins stríð, takk fyri farnu tíð,
at tín hond okkum helt, tá trúgvin var veik.
Tá ið vár fótur gleið – vit komu burt av leið,
tú vart trúgvur og aldri okkum sveik.
Fram halda vit við tær – takk, at tú ert so nær,
okkum fylgir um tind og djúpan dal.
Rødd tín, hon vísir veg – ein dag vit síggja teg,
í tí dýrd, sum í himli vera skal.
Sangbrøður sungu saman í tíðarskeiðinum 1966 til 1970, tá m.a. nakrar EP-plátur komu út. Í 2002 funnu teir saman aftur aftan á drúgvan steðg – høvdu í millumbilunum tó funnið okkurt høvi at syngja onkran av sangunum frá yngrum árum. Fýra sangir vórðu nú innsungnir og samantvinnaðir við 9 av teim gomlu sangunum. Upptøkuna av teim nýggju sangunum og uppfrískingina av teim gomlu stóð Bárður Háberg fyri. Heitið á fløguni var “Vit siga tær takk”. Hetta var ein takkarsangur til Harran fyri trúfesti og varveitslu hansara gjøgnum mong ár, sum eisini var persónligi vitnisburður okkara, sum mannaðu sangbólkin.