Jesus, eg takki tær

Orð/lag: ØB.  Umtala niðast á síðuni.       nóti  NÓTAR   

Jesus, eg takki tær fyri
frelsu og fullkomnan frið,
fyri tey ævigu virði,
sum tú meg signaði við.

Takk fyri alt, ið tú gevur,
takk, at tú ert mær so nær,
undurfult signað meg hevur,
av sonnum eg alt fekk í tær.

Tíðirnar koma og fara,
lyftini fast standa tó.
Orð títt skal liva og vara
– signingarkelda so góð.

Tá ið mítt hjarta tað bløðir
og er av syndini sært,
takk, at tú bindur og grøðir,
sjálvur tú syndina bart.

Eyga mítt longu kann hóma
Staðin í dýrdini, har
sál mín í himmalsins ljóma
frígjørd skal lovsyngja tær.

Sangurin man vera skrivaður í 1981, tí tá stendur hann at lesa í útisetablaðnum Boðberin, sum kom út í mong ár.Hann er ein persónligur lovsangur til Harran fyri ríku náði, lyfti og signingar hansara gjøgnum lívsins skiftandi tíðir.  Sangurin hevur verið nógv sungin millum manna og var við á fløguni hjá Mariu Hentze, sum kom út í 2004, og kann hoyrast  HER

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *