Hann gav lívinum innihald

Sangbrøður syngja í Mercur teatrinum

Sangurin varð skrivaður til føroysku fundarstevnuna í Mercur teatrinum í Keypmannahavn í 1971, har Sangbrøður sungu sangin á fyrsta sinni. Hetta var onnur fundarstevna,  sum varð skipað fyri úr Føroyum og hildin í hesum kenda sjónleikarhúsi, sum lá tætt við Nørreport station. Og mangir vóru útisetarnir, sum komu til møtini.  Nótar finnast niðan fyri tekstin. 

Eigur tú tann vin,
tann vinin, sum av øllum ber?
Kennir tú tann frið,
sum eina finst, har Jesus er?
Veitst tú, hvat tað er
at hvíla tryggur í hans hond,
ikki óttast bylgjurnar,
ið bróta tær í nánd?

Hann gav lívinum innhald,
nú mín sál kann syngja frítt.
Hann gav lívinum innihald,
og hann fylti hjarta mítt.
Tú, sum friðleysur fjakkar um,
ongan útveg síggja kann,
kom og gev títt hjarta,
títt lív til Frelsaran.

Einki metast kann
við lívið, tú í honum fært.
Hann teg leiða vil
so trygt ígjøgnum myrkrið svart.
Vraka tú tí ei
tann vinin, sum av øllum ber.
Lít á hann, so tú
til komu hans til reiðar er!

Orð og lag: ØB.

NÓTAR – trýst her

 

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *