Harrin hevur verið góður

 Orð/lag ØB                                   NÓTAR

Vit í hjørtum várum fegnast um tað verkið, ið her er framt,
sáðið, sum í trúgv er sáað ár um ár.
Harrans rødd her hevur ljóðað, kærleiksfult og álvarsamt,
søgan søgd er, sum kann grøða syndasár.

Harrin hevur verið góður og Hann signaði
O
rðið, sum er altíð nýtt og ávøkst ber.
S
tór var náði Guds og megi,
Honum prísa vit við gleði,
sum vit halda á at tæna Honum her.

Vitnisburðir hava ljóðað – mong ein sál varð endurfødd
og vit gleddust saman, signing stór tað var.
Saman sungu vit um Jesus – lyftu upp vit vára rødd.
Mangan kendu vit, at himmalin var nær.

Tey sum undan hava gingið, og í áliti á Gud
tóku trúarstig – vit minnast tey ídag.
Tí við eldhuga og ídni tey í verki tóku lut,
og við tøkk vit minnast teirra hjartalag.

Harrin Jesus er hin sami – latið okkum tí hvør sær
halda á í trúgv og treysti hond í hond,
Kristi afturkoma nærkast, skjótt vit eru komin har,
stríðið endað er – á føgru heimlandsstrond.

Sangur skrivaður til Zarepta í 2007 – í samband við at 40 ár vóru liðin, síðani arbeiðið við barnalegunum byrjaði norðuri við Áir. 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *