Sum Kristi samkoma

Orð/lag: ØB             NÓTAR HER

Sum Kristi samkoma á jørð, so er várt mál
at lýsa upp í heimsins myrkri sum eitt bál,
at standa saman um
tann vitnisburðin, sum
kann fría gera hvørja sál.

Latið okkum saman gera Harrans verk í dag,
eitt í trúnni, hvør og ein, sum ljósið hevur sæð.
Tú, rætt mær tína hond,
lat okkum knýta bond
og vera vitni sonn og glað.

Tann fyrsta samkoman so samansjóðað var,
í sterkum felagsskapi vitnisburðin bar.
Og signað varð tað verk,
sum Harrans hond so sterk
ígjøgnum fólk sítt gjørdi har.

Ta tænastu, sum hvørjum einum givin er,
vit mugu røkja hvør á øki sínum her.
Gud signi hvørja roynd,
sum – almenn ella loynd –
í trúnni er ein kærleiksgerð.

So gevi Harrin, at vit falla ei í blund,
men trúgv og vakin vilja vera hvørja stund.
Skjótt kemur stundin sæl;
í Himli savnast skal
Guds samkoma til betri fund.

Hesin sangur var skrivaður til eina legu hjá Kristnastovu, sum varð hildin í Kikhavn í Norðursællandi í 1984, har umleið 100 fólk vóru við. Sangurin talar um tann andaliga felagsskap, vit øll eiga at vera ein partur av. Hetta eykendi eisini ta allarfyrstu samkomuna, sum varð birt á Hvítusunnudegi, ið greitt verður frá í Ápostlasøguni.

 

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *