Várið í dupultum týdningi

Várið er komið eftir ein langan vetur.  Grækarismessa hevur verið, og tjøldrini eru komin til Føroya. Tað er farið at spretta og spíra, og várlýðkan er eisini komin í luftina her í Danmark.. Í byrjanini av 90unum var eitt slag av undantaksstøðu í Føroyum. Hetta komst av tí fíggjarkreppu, sum hevði tikið seg upp. Nógv fólk var komið til Danmarkar vegna vána tíðir og arbeiðsloysi...

Tey hugdu upp til Hansara

”Tey hugdu upp til Hansara og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaði aldri av skomm.‟  Sálm. 34,6.Sum barn var eg hugtikin av tí skaranum av fólki í uniformi, sum hvørja viku fór marsjerandi oman á Vaglið í Havn fyri at halda útimøti. Óneyðugt at siga var talan um Frelsunarherin. Eg var hugtikin av teirra sangi og hornblástri og eisini teirra vinarligu framferð.Minnist, at eg...

Av náði Guds –

NÝGGJ ÚTGÁVA. Sangurin „Av náði Guds‟, sum varð skrivaður í 2012, kom út fyri einari viku síðani, innsungin av Mariu á Lakjuni Djurhuus. Hann kann hoyrast bæði á Spotify og Youtube. Jóhan Magnus Gunrim hevur samskipað útgávuna, eins og hann hevur gjørt í samband við aðrar útgávur. Hans Poulsen hevur produserað og Óli, beiggin, hevur mixað og mastrað. Og sigast má, at uppgávan er væl...

Sum Kristi samkoma

Hesin sangur var skrivaður til eina Kristnastovulegu, sum varð hildin í Kikhavn í Norðursællandi í 1984, har umleið 100 fólk vóru við. Sangurin talar um ta andaliga samfelag og einleika, sum eigur at sermerkja okkum sum kristin.  Hetta eykendi eisini ta fyrstu samkomuna, sum trein fram á hvítusunnudegi, ið greitt verður frá í byrjanini av Ápostlasøguni.                          ...

Ein tíð við kórsangi

Gjøgnum tey meira enn fimti árini, Kristnastova hevur havt sítt virksemi, hevur sangur og tónleikur verið ein týðandi partur av teim møtum og tiltøkum, vit hava staðið fyri.  Vit hava havt mong millum, sum høvdu gávur at syngja og spæla ljóðfør. Ofta hava vit hoyrt solosang ella annan skipaðan sang.Viðhvørt er eitt kór vorðið til, sum hevur virkað eina tíð. Í 80unum var eitt kór...

Ognist mær so Orðið

Í Sálmi 119,11 standa hesi orð: “Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær”. Gera vit tað?  Tað hevur nakað við raðfesting at gera – um vit hava givið Orðinum tað pláss, tað eigur í okkara gerandisdegi. Lesa, grunda, biðja og geva Orðinum gætur.Minnist fyrrverandi trúboðarin, Geofree Bull, sum kom til Føroya í 60-unum og vitjaði samkomurnar. Ein góður...

Legan í Høve í 1977

Tað hendi so nógv í 70unum í samband við arbeiðið í Kristnastovu. Eitt nú byrjaðu føroysku legurnar í Norðursjællandi. Fyrstu legurnar vóru á Kongelejren í Ellinge Lyng, sum Apostolsk Kirke átti, og í 1977 varð farið eitt sindur longur norður. Tá var lega hildin í Høve í nøkrum bygningum, sum vóru ogn hjá Hvítusunnusamkomuni. Har vóru vit eisini í 1978, tá Poul Færø var gestatalari....

Borin á hans herðum

Sangurin „Borin á  hans herðum‟ talar einfalt um trygdina, tey eiga, sum hava trúð á Jesus og hava samfelag við Hann. Sangurin  stóð í gomlu, donsku sangbókini „Salmer og Sange‟, sum samkoman í Thorsgade – seinni Brønshøj – plagdi at nýta á møtum sínum.  Helst man sangurin vera týddur einaferð í 80-unum. Hann er at funna sum nr. 559 í Nýggju Sangbók. Borin á hans...

Skjott skal Jesus aftur koma

Skjótt skal Jesus aftur koma og vit foldum fara frá til tann stað, Hann ger tilreiðar, har vit skulu Harran sjá. Eingin synd skal longur vera, eingin sjúka, roynd og sorg. trygg vit eru har í sælu himmalborg.   Lovsangstónar skulu brúsa frítt teim frelstu skarum frá. Tíat eina Hann er verdur alla æruna at fá, sum gav lív sítt fyri okkum og á krossi...

Við Orðinum inn í 2025

Føðingardagurin hjá Andrew, eldra syni okkara, var 20. desember. Hann ynskti sær eina nýggja føroyska bíbliu, og hana fekk hann frá okkum. Abbi hansara var við til at geva fyrstu føroysku bíbliuna út í 1949, so eg havi hug at síggja hesar myndir í søgunnar ljósi. Hugsi um orðini í sálminum hjá Grundtvig, sum siga tað so væl og eisini er ein bøn fyri okkara...