Bert ein dag í senn

Sum farið er inn í árið 2023 við tess 365 døgum, og vit ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár, er gott at minnast, at vit øll fáa bert ein dag í senn í hesum nýggja, ókenda ári. Vit hava helst fingið okkara 2023-kalendarar og skulu nú at føra tað inn, sum vit skulu minnast av føðingardøgum og øðrum merkisdøgum. Yngra ættarliðið nýtir ivaleyst teirra digitalu...

Nøkur orð um pápa okkara

Í samband við føðingardagin hjá pápa okkara, Sigurd Berghamar, beint fyri jól, skrivaði Erla hesa hugleiðing á facebookvanga sínum: 112 ár liðin, síðan babba varð føddur 22. desember 1910 í Konradsbrekku í Havn. Brekkan varð nevnd eftir abba hansara í móðurlegg, Conrad Nicolaisen, sum var tann fyrsti, ið bygdi heilt har úti, tá ið Havnin var lítið meir enn á Reyni, í Gongini og har...

Vón okkara um jóltíðir 2022

Nú eru fáar dagar til jóla, og stórt tal av yngri útisetum eru farnir heim til Føroya at halda jól. Møtini seinasta mánaðan hava verið merkt av tí góða boðskapi, sum eru knýtt til jólini: at Jesus, Frelsari heimins, varð føddur inn í hendan heim fyri um 2000 árum síðani. Hann kom fyri at taka burt syndir okkara og seta okkum í frælsi. Orðið hevur...

Jólaløta við seniorunum

Í mong ár hevur verið siður hjá okkum í Kristnastovu at savna tey, sum eru komin upp árini, til ein góðan bita við føroyskum viðskera, syngja jólasangir og luta nakrar tankar eisini frá orði Guds. Í koronatíðina var hetta ikki gjørligt, men nú er alt við tað gamla, og mikudagin 7. desember høvdu vit ta árligu seniorsamkomuna fram móti jólum. Og enn einaferð fingu vit...

Av hjarta Honum takki eg

Sangurin “My heart is filled with thankfulness” er skrivaður av Keith Ketty og Stuart Townend, sum hava givið okkum aðrar góðar sangir, ið eru týddir til føroyskt – eitt nú “Tað finst ein vón” og “Á Kristus bert”. Hesin sangurin er ein lovsangur til Harran fyri frelsuverk Hansara, fyri  kærleika, kraft og verju á trúarleiðini – og ein halgan til Hansara, sum er Harri og...

Góðir heystdagar

Í døgunum 20 – 23. oktober var lega í Norðursjællandi. Nógvir luttakarar vóru hesaferð – upp ímóti 140 tilsamans. Eitt sindur váttligt var í veðrinum, men kortini vóru hetta góðir dagar fyri talríku luttakararnar, har Orðið varð talað, høvi var til vitnisburðir og nógvur lovsangur var at hoyra. Tað var Jógvan Júst Rasmussen, sum hevði bíbliutímarnar hesarferð og tosaði um Jákup, ættarfaðirin í Gamla Testamenti...

Játtan og fyrigeving

Eg minnist, tá eg sum smádrongur kom at bróta eitt vindeyga nokk so meint í einum húsum í grannalagnum, har vit búðu niðri vid Rættará Havn. Hetta hendi undir spæli saman við øðrum. Eg rann sum ein hvirluvindur burturfrá í vón um, at hetta ikki fekk nakrar avleiðingar. Men onkur hevði sagt frá tilburðinum, og tað kom fyri oyruni á pápa mínum. Hvørja avtalu pápi...

Lega á NE á tjúgunda ári.

Í døgunum frá 20 til 23. oktober verður enn einaferð  lega á NE – sum er stytting fyri Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje.  Hetta merkir, at 20 ár eru liðin, síðani vit á fyrsta sinni høvdu heystlegu á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina. Innan tað høvdu vit í mong ár verið...

Hátt á einum kletti

Vitarnir í Føroyum hava gjøgnum øldir havt stóran týdning fyri skip og bátar, sum hava siglt framvið landi okkara, har mangir boðar og sker eru. Tigandi hava teir staðið á hvør sínum plássi og lýst upp, soleiðis at sjófólk okkara kundi kenna seg tryggan, tá siglt var til og frá ymsu havnunum í Føroyum. Sangurin um vitan er skrivaður av Zacharias Zachariassen, og er ein...

Enn ein seniordagur

Mikudagin seinnapart 28. september kl. 15 hittust seniorarnir enn einaferð til samkomu í Kristnastovu. Um 35 fólk hugnaðu sær væl hendan seinnapartin, har vit fingu ein góðan drekkamunn og eitt hugfarsligt prát við ymisku borðini. Og sum vanligt er, tóku vit okkum tíð til at syngja saman. Vit sungu kendar andaligar sangir, sum “Lívsæla vissa, Jesus er mín” og “Vit ferðast heim” – og eisini...