Summartíðin gylta

Susan og eg vóru við synum okkara í farloyvi heima í Føroyum nakrar mánaðar í 1983/84.  Vit vóru við til summarlegurnar á Zarepta, har sangurin rungaði við megi millum luttarakar. Mær tóktist, at ein sangur vantaði í, sum setti orð á summarið og vøkru náttúruna rundan um legustaðið á Vatnsoyrum. Og so vórðu orð og lag gjørd, og sangurin introduseraður millum luttakarar á Zarepta. Nakað...

Varðin gjørdist merkið

Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði var millum tey fyrstu, sum savnaðust í Kristnastovu, eftir at byrjað var á Oxford Allé í 1973. Sigrun fekk listarliga útbúgving í Keypmannhavn og var samstundis ein góður stuðul í verkinum tey ár, hon var í Danmark. Í 1974 gjørdi hon ein málning av einum varða, sum hon gav okkum í Kristnastovu. Hann kom at hanga í samkomuhølinum á Oxford Allé....

Hásummarkvøða

Tað er hásummar, og tað sprettir og grør allastaðni rundan um okkum. Fuglarnir láta, og blómulívið er í hæddini. Í Føroyum er bøur og hagi merktur av spælandi smálombum og gyltur av mongu sóljunum, sum standa í blóma hesa tíðina. Erla, systir, hevur skrivað eina yrking, har hon hevur fingið nógv við av tí, sum eyðkennir hásummarið í Føroyum. Hon skrivar á facebook-vanga sínum: Gjørdi...

Vitjanin av Ebenezerkórinum

Eftir at hava sungið í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum týsdagin 30. mai fór Ebenezerkórið heim aftur til Føroya eftir fimm daga ferð í Danmark. Hesar dagarnar um hvítusunnuna vitjaði kórið á fleiri støðum í Jyllandi, steðgaðu á í Odense, og luttóku so á fýra støðum á Keypmannahavnarøkinum: í Kristnastovu, í Føroyahúsinum, í Skovlunde Frikirke og í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum. Hetta vóru góðar og signaðar løtur. Og...

Sangur frá fyrstu leguni í 1976

Tað var vikuskiftið 6 -8. februar 1976 at allarfyrsta legan hjá Kristnastovu varð hildin á “Kongelejren” í Norðursjællandi við heilt góðari undirtøku. Ungir føroyskir útisetar í Danmark komu saman til andaligt samfelag, teirra millum fleiri lesandi í Århus – eitt nú Róland í Skorðini, Árni Helmsdal og Johan Poulsen. Harumframt vóru Páll Poulsen og Rodmundur í Liða (sum tá hevði eftirnavnið Nielsen) eisini við, sum...

Kall til tænastu

Hesi tankavekjandi orð um kall til tænastu fann eg einaferð í “The Word for Today” – eitt andaktshefti, sum á donskum ber heitið “Et ord til dagen”.  Hesin tekstur  er skrivaður út frá tí, ið stendur í  Ápostlasøguni 13,2, tá ið Paulus og Barnabas vórðu kallaðir til tænastu.  Haldi orðini eru verd at geva gætur og vera her endurgivin, sum eg las tey á enskum:...

Kórsangur á Ríkissjúkrahúsinum

Eitt av teimum støðunum, har Ebenezerkórið fer at syngja undir vitjanini í Danmark, er Ríkissjúkrahúsið í Keypmannhavn. Hetta fer fram í forhøllini, har fólk ofta sita og bíða eftir at vera avheintað ella bara rinda møðina. Har stendur eitt flygil frammi, og har eru viðhvørt onkrar sangframførslur, sum kunnu stytta um stundir hjá teimum, sum eru stødd har. Og so sært tú læknar og sjúkrasystrar...

Kórvitjan á hvítusunnu

Sum áður fráboðað, kemur Ebenezerkórið á vitjan her í Danmark á hvítusunnu. Hetta gleða vit okkum til. Kórið hevur eina langa søgu – byrjaði í 1937, og hevur síðani verið ein virkin partur av samkomuni, sum tað eitur eftir. Tað hevur eisini verið á uttanlandaferðum fleiri ferðir, men tó ongantíð í Danmark. Tó var ein sangløta við kórinum á Norðuratlantsbryggjuni í 2011, tá kórið annars...

Tí Hann livir

Páskadagur er ein fagnaðardagur hjá fólki Guds. Jesus reis upp av deyðum páskamorgun og livir í dag. Orðið sigur um upprisna harra og frelsara okkara, at Hann  kann “eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum  (Hebr. 7,25). Vit undrast og gleðast um henda signaða sannleika. Orðini til sangin “Tí Hann livir” vórðu skrivað í 2009 –...

Langifríggjadagur

Hetta hendi allarfyrsta langafríggjamorgun fyri einum tveytúsund árum síðan: “Teir fóru nú við Jesusi frá Kaifasi til borg landshøvdingans; tað var tíðliga um morgunin. Sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, fyri at teir skuldu ikki verða óreinir, men kundu eta páskalambið.” Í myrkrinum kvøldið fyri vóru Judas, vaktarmenn og tænarar frá høvuðsprestunum og farisearunum farnir við kyndlum og vápnum at handtaka Jesus og fóru...