Á, hvør er hasin maður
Um páskirnar vera vit mint á líðing, deyða og uppreisn Jesusar. Sangurin “Á hvør er hasin maður” eftir Brynleif Hansen, trúboðara, er ein stuttur, men talandi sangur um líðing Kristusar okkara vegna. Evangeliski boðskapurin um Jesus lá Brynleif nógv á hjarta. Hann var gripin av boðskapinum. Hin líðandi Messias, sum verður umtalaður í Esaias kap. 53, er ivaleyst í huga Brynleifs, tá ið hann skrivar...