Hví júst eg

Hví júst eg

Orð/lag: Kris Kristoffersen Týtt: ØB Hví júst eg, Harri, hvat hevur gjørt, at tú signaði so mína friðleysu sál? Hví júst eg – eg, sum livdi eitt lív kensluleyst burt frá tær, uttan mið, uttan mál? Hjálp mær nú, Jesus, tí veikur eg eri. Tú veitst, einki gott býr í mær. Men tú hevur frelst meg, við vissu tað veit eg og halli meg trygt...

Kærleiki – trúfesti (afturlítandi)

Kærleiki – trúfesti (afturlítandi)

“Kærleiki – trúfesti” er upprunaliga skrivaður sum brúdleypssangur, Men einaferð spurdi Jukim Olsen úr Svínoy, búsitandi í Havn, um eg ikki kundi umskrivað sangin til at vera afturlítandi, so hann kundi nýtast  til silvurbrúdleypið hjá honum og konuni, sum stundaði til. Hetta varð so gjørt – tó er teksturin nakað broyttur síðani. Kærleiki – trúfesti, vernd í árum, sum svunnu. Álit bygt, lívið trygt tit...

Eg eri við í Guds heri

Eg eri við í Guds heri

“Eg eri við í Guds heri og stríðist fyri sannleikan” Soleiðis ljóða fyrstu reglurnar av einum sangi, vit í mong ár hava sungið saman við børnunum. Spurningurin er so, um hesin einfaldi stríðssangur avspeglar ein veruleika í lívi okkara. Eg hevði ein verfaðir, sum gekk fattur sum ein hermaður.Gongulagið boðaði frá, at hann hevði verið í militerinum. Hann hevði eisini verið bretskur hermaður í tveimum...

Trilvandi trúarstig

Trilvandi trúarstig

Orð/lag: ØB           (nótar vanta) Trilvandi trúarstig, bivandi hjørtum við. Sjónin, ið birtist, var skillig og sterk. Sóu hin vilsta seyð, hoyrdu tað, Harrin beyð. Rættu vit út várar hendur til verk. Eydnaðist ikki alt. Úrslitið mangan fjalt. Vónin var tvinnað við dreymin, ið brast. Trilvandi trúarstig, Harrin tó var við lið. Orðið bar ávøkst, sum eisini sæst. Framtíðin ókend er, hondin tó uppi ber, hoyrist...

Robert á Lakjuni heimkallaður

Mánadagin, 13. januar, frættist úr Føroyum, at Robert á Lakjuni var farin heim til Harran. Hann gjørdist 85 ára gamal. Tað er bara fáar vikur síðani hann var saman við okkum til eldrasamkomu í Kristnastovu, tá hann stutt fyri jól ferðaðist hjá dóttrini, Kristinu. Robert er nokk mest kendur fyri sínar ferðir eystureftir við neyðsynjarvørum til lond sum Póland og Rumenia. Mong missiónsferð varð gjørd...

Lat ljós andlits tíns

Lat ljós andlits tíns

Orðini “ljós andlit tíns” koma fram fleiri ferðir í Sálmunum. Ivaleyst eru hetta orð, sum hava sín uppruna í signingini, ið høvuðspresturin signaði ísraelsmenn við eftir boði HARRANS (4. Mósebók 6,24-26): “HARRIN signi teg og varveiti teg! HARRIN lati andlit Sítt lýsa yvir tær og veri tær náðigur! HARRIN lyfti ásjón Sína yvir teg og gevi tær frið!” Hesin stutti sangurin varð skrivaður stutt eftir...

Kvølfulla stund

Kvølfulla stund

Orð: P. W. Háberg  Lag: ØB                    Nótar HER Kvølfulla stund á Golgata hin morgun, blóðigu pannu krúnan neit so fast, vinirnir flýddu, sálin tyngd av sorgum. – Hans høvur boygnaði, og hjartað brast. Vónríka stund, tá grøvin brast við megi, deyðan hin sterka, ljósins sonur vann, boðaði syndatyngdum sálum gleði og frið í blóðinum, á krossi...

Gævi dagur aldri fór at halla

Hetta eru seinastu orðini í vakra summarsangurin hjá Jens Dam Jacobsen, sum føroyingar mangan syngja saman á fundum og samkomum. Sangurin er eisini ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá alt andar av livandi lívi frá fjøru til fjallatind. Tað er eins og at, yrkjarin vil siga: . Gævi, at klokkan steðgaði her. Gævi, at vit klundu fastfryst hesa myndina í livandi líki....

Jesus, kongur mín og klettur

Jesus, kongur mín og klettur

Orð/lag: ØB                        nótar HER Tú, Sonur Guds, frá upphavi í tign tú var. Í ljóma dýrd og megi tú vart tíns Faðirs gleði. Og tá alt lív sá dagsins ljós, tá vart tú har, men mannaættin fall so djúpt – langt burt frá tær. Jesus, kongur mín og klettur, yvir øllum settur – tó á krossi mína synd tú bar. Jesus – morgunstjørnan bjarta, dýrur...

Kærleiki – trúfesti

Kærleiki – trúfesti

Orð: ØB. Lag: Richard Rodgers    *Umtala sæst niðast á síðuni Kærleiki – trúfesti heim og hjúnalag fylli. Trygd í lund – stund um stund – lívsleið tykkara gylli. Orðsins barlast í sál og sinn tykkum góð vil vera. Ljós so bjart – nær og fjart – orðið uppi vil bera. Kærleiki – trúfesti framtíð tykkara myndi. Andans glóð, megi góð merki hjørtu og lyndi....