Gud. tú ert Gud mín

Gud. tú ert Gud mín

Hans Andreas Jacobsen úr Klaksvík var staddur niðri á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn í sjúkraørindum, tá hann skrivaði niðanfyri standandi yrking vers út frá Sálmi 63 eftir Dávid, sum kom at standa í blaðnum, Boðberin í desember 1986. Árið eftir doyði Hans Andreas, men eftir hann lá hesin vitnisburðurin um tann longsil, sum býr í hjørtum teirra, ið kenna Harran. Anna Háberg hevur sungið sangin inn...

Immanuel – Gud við okkum

Immanuel – Gud við okkum

Tá ið fólk koma niður til Keypmannahavnar í sjúkraørindum, er tað rættiliga vanligt, at onkur annar er við í ferðini – ein fylgjari, sum tað stundum verður nevnt.  Ofta er tað ein hjúnafelagi, ein dóttir ella sonur – ella bara ein góður vinur, sum vil stuðla sjúklinginum. Hetta er ein vøkur sjón, tí hetta boðar frá umsorgan fyri okkara næstu ella kenningum. Vit hava øll...

Lítandi aftur á 2014

Lítandi aftur á 2014

 Mynd frá reunion kvøldinum 11. apríl Tað er við takksemi, vit líta aftur á 2014, og siga, at Harrin hevur verið góður. Vit hava framvegis kunnað tikið lut í verkinum í Kristnastovu og hildið fram við vitjunartænastuni og øðrum uppgávum. Vit eru altíð glað fyri at vera í Føroyum um várið, og soleiðis var eisini í ár. Vit høvdu nakrar góðar vikur heima, har vit...

Saman við familjuni jólini 2014

Saman við familjuni jólini 2014

Ein stór gleði var tað, enn einaferð at vera saman við okkara kæru familju nú um jólini – hóast Vanja vantaði í, tí hon ikki fekk frí frá handlinum, har hon arbeiðir. Vit fingu fleiri góðar løtur saman. Jólaaftan vóru vit seinnapartin til jólagudstænastu í Skovlunde Frikirke, har góði vinur okkara, Dan Fuglø, talaði. Og seinni á degnum vóru vit so saman á Peter Appelsvej...

Seniorar í jólahýri

Seniorar í jólahýri

Tað liggur ógvuliga djúpt í okkum, at vit ynskja at fara aftur til røturnar – ikki minst tá vit eldast. Hetta kemur fram, hvørja ferð eldra ættarliðið kemur saman í Kristnastovu. Prát um gamlar dagar – okkara ymisku bakgrund – søga og frásagnir um fólk, siðir og høgtíðir – alt hetta kemur fram og verður vent slíkar løtur. Kanska myrka árstíðin fram móti jólunum eisini...

Lýsti av hæddini

Sangurin varð framførdur av Kristnastovukórinum á fyrsta sinni um jóltíðir 2012. Hetta kór var bert virkið í stutta tíð. Sangurin var skrivaður nakað frammanundan og er síðani nakað broyttur.  Orð/lag ØB. Lýsti av hæddini ljósið úr dýrdini, Kristus, Guds Sonur, varð borin í heim. Móðurin sveipaði barnið í krubbuni, undrandi hirðar – stór frøi á teim. Himmalsins Harri steig niður á fold. Føddur í Betlehem,...

Logos Hope birtir vón kring heimin

Logos Hope birtir vón kring heimin

  Áhugavert var hjá teimum, sum leitaðu út til Skovlunde Frikirke 15. mai, at vera við til Logos Hope dagin. Millum luttakararnar vóru nøkur ungfólk úr ymsum londum, ið høvdu verið við skipinum eina tíð, og tey greiddu frá ymsu upplivingum teirra. Tú merkti teirra eldhuga fyri tí skipi, sum í eina tíð hevur verið heim teirra. Peter Nicholl, sum er suðurafrikanari og altjóðari leiðari...

Andlit hans vit skulu sjá

Andlit hans vit skulu sjá

Orð/lag: NORMAN J. CLAYTON (1903–1992). Týtt: ØB Andlit hans vit skulu sjá skjótt ein gyltan morgun. Tá hvør skuggi svinnur, sálin hvílu finnur. Sorgin er til gleði vend, eingin neyð og pína. Horvin brátt myrka nátt, tá vit síggja hann. Harrin turka skal hvørt tár skjótt ein gyltan morgun. Skeiðið her er runnið, og á mál er vunnið. Eingin eymkan, suff og sút kennist í...

Heilur tú, sum øllum ræður

Heilur tú, sum øllum ræður

ORÐ: ARNULF ÚR LOUVAIN 1250. GRUNDTVIG 1837. Týtt: ØB Heilur, tú sum øllum ræður, Frelsari og millummaður! Heimurin at tær vil søkja, fegin tó eg vil meg krøkja til tín kross og fylgja tær. Hvat sást tú í himmalhøllum tó í mær og okkum øllum At tú fórt av ljóssins hæddum, birti vón í sálum ræddum komst at geva okkum lív. Men mítt hjarta, treiskt...

Har ótti og vón ganga hond í hond

Har ótti og vón ganga hond í hond

Sæð við føroyskum eygum er tað áhugavert, at júst standmyndin av heimskenda læknanum Niels R. Finsen skal standa uttan fyri Ríkissjúkrahúsið. Finsen vaks upp í Føroyum, gjørdist lækni og fekk stóran týdning fyri læknavísindini. Hann rakti við ta lekjandi megi, sum sólstrálirnar høvdu, og legði lunnar undir gransking á hesum øki. Í bygningunum, sum síggjast aftan fyri standmyndina, finnast hvørja viku føroyingar, sum eru vaksnir...