Meðan alt so vakurt blómar

Hesin talandi “vársangur”, yrktur av svianum Carl Broberg, varð ein av fyrstu sangunum eg umsetti. Hetta hevur verið umleið 1958-59. Minnist, at hann varð  settur í blaðið Sunnudagsskúlin, sum kom út í mong ár í Føroyum. Sangurin, sum hevur ein álvarsaman evangeliskan boðskap, hevur gjøgnum ikki verið sungin alment í Føroyum. Men so hendi tað fyri nøkrum árum síðani, at Eyðun Jacobsen kom fram á tekstin...

Slóðbrótararnir frá 1865

Slóðbrótararnir frá 1865

                                                                    William Sloan                                  William Booth Henda grein stóð m.a. í Sosialinum beint fyri Ólavsøku 2015: Í ár eru 150 ár liðin, síðani William Booth fór undir evangeliska og sosiala arbeiðið innan Frelsunarherin í London. Tað eru eisini 150 ár, síðani ein annar evangelistur fór undir lívsverk sítt, nevniliga skotin William G. Sloan, sum kom til Føroya. Báðir byrjaðu verkið í 1865, stutt eftir...

Ein Orðsins mynduleiki er farin

Ein Orðsins mynduleiki er farin

Hósdagin 2. juli andaðist Rodmundur í Liða, lækni og prædikumaður, 83 ára gamal, aftaná stutta sjúkralegu. Hann hevði verið væl fyri heilt stutt frammanundan – ja, hevði orðið á møtinum í Ebenezer sunnumorgunin 21 juni, har hann talaði um dýrd Harrans. Og tá var hann nógv nærri dýrdini, enn nakar grunaði. Rodmundur var ein góður vinur av Kristnastovu og var við í avgerðini, tá ið...

Í fedranna fótafetum

Í fedranna fótafetum

    Ein uppliving burturav var tað undir Føroyaferð okkara í mai-juni at vitja Kallsoynna, har familja okkara í faðirætt hevur nakrar røtur. Abbi mín, sum eg ongantíð hitti, tí hann doyði í 1938, vaks upp í Innistovu á Trøllanesi. Tí var tað ein serstøk gleði at sita í Innistovu hjá bóndahjúnunum, Gertrud og Jógvan saman við Susan,systrunum og Jefri, svági. At hoyra Jógvan, skyldmann okkara,...

Søguligu orð Sloans fyri 150 árum síðani

Søguligu orð Sloans fyri 150 árum síðani

28. mai 1865 situr ein ungur skoti í Lerwick og skrivar í dagbók sína. Hann er 26 ár, hevur havt eina persónliga umvending í heimlandi sínum og er í skrivandi stund virkin í evangeliskum verki í Hetlandi. Gjøgnum hetlendskar sjómenn hevur hann fingið at vita um viðurskiftini í Føroyum. Hesin ungi maður, sum eitur William Gibson Sloan, kennir seg kallaðan at fara til Føroya og...

70 ára frælsisdagurin

70 ára frælsisdagurin

    Hugtakandi var at síggja gomlu krígsvetranarnar og onnur hátíðarhalda 70 ára dagin fyri útfrínanini frá týska hervaldinum í 1945. Støðan ávirkaði jú eisini føroyingar, sum vóru niðri í Danmark undir útbúgving og ikki sluppu heimaftur. Og siðvenjan við at tendra ljós í vindeygunum er eisini ein vøkur staðfesting av, at fólk vilja fagna minninum um teir, sum fullu og frælisdagin 4. mai 1945,...

Kunngerð, mín sál

Kunngerð, mín sál

Eftir Timothy Dudley-Smith         Týtt: ØB Kunnger, mín sál, hin mæta dýrdardrott, hvørs signingar ei kenna mørk og mál. Hans lyftisorð meg lívga, veita mátt, í Gudi mínum fegnast skal mín sál. Kunnger hans navn – tað navn av øllum ber, sig frá tí verki, hond hans hevur gjørt. Frá øld til øld óbroytt hans náði er, hans navn er heilagt, undurfult...

Lívsins land

Lívsins land

Sangur um himmalin,  skrivaður í 1970-71. Er helst mest kendur gjøgnum kassettubandið við Ólavi á Váli, sum kom út miðskeiðis í sjeytiárunum, har sangurin var við. Sangurin kom eisini við á minnisfløgu eftir Ólavur, sum andaðist brádliga í 2005.  Nótar og upptøka finnast niðast. Lívsins land, mítt eyga teg langt burtur hóma kann, skyggjandi, í fagurleika skrýtt. Handan hav og ódnarveður fjalt tú liggja man,...

HÚSBÓLKUR Á VITJAN

HÚSBÓLKUR Á VITJAN

Tað eru fleiri húsbólkar, sum eru knýttar til verkið Kristnastovu. Ein teirra var á vitjan hjá okkum 10. mars, eftir at vit høvdu verið í einum av heimunum 14 dagar frammanundan. Flestu teirra búgva á Solbakken í Valby. Samtalað varð um evnið “barnauppaling” – eitt viðkomandi evni hjá teim vitjandi, sum øll eru foreldur. Vit vóru fegin um at kunna luta nakrar tankar frá Orðinum...

Ørkymlandi útmeldingar

Ørkymlandi útmeldingar

Tað vóru ikki mjúk orð, danski leiðarin av “Åbne døre,” Jørn Blohm Knudsen, skrivar í oddagrein, har hann leggur út við orðunum “Hvis nogen skulle være i tvivl, så lad det være sagt med det samme: Det bliver værre og værre at være en kristen.” Sum dokumentatión fyri hesa ørkymlandi útmelding vísir hann á listan, sum er gjørdur yvir lond, sum søkja at teimum kristnu. Á...