Forvitnislig reunionsamkoma

  Bíbliuskeiðið í juni 1963                                               So hittust tey aftur – hin 20. mai 2017 Leygardagin 20. mei var reunion-samkoma á Hotel Hafnia, har luttakarar frá Bíbluskeiðnum frá 1963 hittust aftur, nú 55 ár vóru liðin, síðani skeiðið varð hildið. Paranassið á Hafnia var karmur um skeiðið tá, og í somu hølum varð renionsamkoman hildin. Bíbliuskeiðið í 1963 var tað allarfyrsta av sínum slagi, og tað var...

Lítla prinsessan

Hósdagin 16. mars fingu vit eitt barnabarn aftrat – eina fitta, lítla diddu, sum hevur fingið navnið Lydia. Tað er nr. 5 hjá Saru og Andrew, so tey eru við at vera ein stór familja. Børn eru gáva Guds, sigur Orðið, og satt er tað.  Av sonnum ein dýrgripur – ein prinsessa, sum longu hevur vunnið hjørtu okkara. Her er hon avmyndað fáar tímar eftir...

Eg skal altíð lova Harranum

Niðanfyri standandi sangur varð sungin á fyrsta sinni í Kristnastovu tíðliga í 2017. Hann er skrivaður við íblástri úr náttúruni og Sálmi 34, 2:  “Eg skal lova HARRANUM altíð, prís Hansara skal altíð vera mær á munni.”  NÓTAR HER        Ljóðfílur niðast Guds skaparverk og undur mong eg skoða kann á grønu ong. Náttúran ber fram takkarsong hvønn dag til skaparan. Ta rúmd,...

Á vitjan í Hirtshals

  Á trappuni á Malta saman við Onnu og Hans Ì døgunum 15 – 17. februar fingu vit høvi at vitja samkomuna  Malta í Hirtshals, har vit luttóku á tveimum fundum. Mikukvøldið varð bønar- og uppbyggingarmøti.  Og dagin eftir, hósdagin fyrrapart, var aftur ein samkoma, har vit greiddu eitt sindur frá, hvussuleiðis tað gekk til, tá nýggja Kristnastova varð keypt í 1979. Tað kendist gott...

Sjeyti fimm

Sjeyti fimm

Eg minnist sjálvandi ikki føðingardag mín 13 februar 1942, tá eg sá dagsins ljós við Tinghúsvegnum í Havn. Barnaheim mítt var tó ikki har,  men úti við Lítluvík, Orsøkin til at mamma átti meg hjá góðum vinum uppi á Tinghúsvegnum hendan fríggjadagin, var tann, at rokaligt var niðri við Lítluvík, tí at havnarlagið var nógv merkt av ensku hermonnunum. Hesi mongu ár síðani tá hevur...

So mangt er mær dult

So mangt er mær dult

Í Sálmi 18,31 standa orðini: “Vegur Guds er fullkomin, orð HARRANS er reint, Hann er øllum teimum skjøldur, sum søkja sær skjól hjá Honum.” Hesi orð hava ivaleyst verið í bakhuganum, tá hesin sangur varð skrivaður. Helst er sangurin eisini litaður av, at kæra mamma mín hevði fingið alzheimer sjúkuna við tí negativu ávirkan, ið henda ringa sjúka hevur á likam, sinni og kenslur. Sangurin, sum helst er skrivaður...

Vitjan trettanda kvøld

Vitjan trettanda kvøld

Tað hevur verið siður hjá okkum á trettanda at savna nøkur av teimum ungu, sum plaga at koma í Kristnastovu. Sokallaði trettandi er 6. januar, og verður her í Danmark kallað “Hellig tre konger” – sipandi til vísmennirnar, sum komu úr Eysturlondum. Hóast vit sjálvi í dag búgva nakað uttarlaga í mun til Keypmannahavn, eydnaðist tað tó at fáa nøkur av teimum ungu út til okkara hetta kvøldið. Her...

Jólatónar í Kristnastovu

Jólatónar í Kristnastovu

Seinasta fríggjakvøldssamkoma á árinum – sum hesaferð var 9. desember – plagar at vera merkt av hugna og jólasangi, og soleiðis var eisini hesaferð. Men eisini á morgunmøtinum 11. desember var løtan merkt av jólahátíðini, sum var fyri framman, har eisini nakað var á skránni fyri børnunum – umframt orðið, ið talað varð. Og so lá leiðin heim til Føroya hjá teim flestu av teim ungu. Tó...

 Vinmanninum, Árna B. Jensen, til minnis 

 Vinmanninum, Árna B. Jensen, til minnis 

Grein í “Leirkerinum” í desember 2016. Tað eru nú liðin fimm ár, síðani Árni Bech Jensen – eisini kallaður Árni Bass – varð kallaður heim til Harran. Hann hevði fylt 70 ár hin 27. mai ár. Árni var ein stórur og framúr sterkur maður, sum onkuntíð á yngri árum kundi sýna sína styrki. Tá ið t.d. sjómanstøk vórðu tikin, sum siður plagdi at vera, var...

Seniorar á jólasamkomu

Seniorar á jólasamkomu

  Enn einaferð var samkoma í Kristnastovu fyri eldra ættarliðnum av føroyskum útisetum, sum búgva í Keypmannahavn og aðrastaðni á Sjællandi. Neyvan hava vit áður verið so mong í tali. Og fólk hugnaðu sær væl, fingu ein góðan breyðbita við m.a. drýli og føroyskum viðskifta, og so varð sungið, prátað og hugleitt.  Fleiri jólasangir vórðu sungnir, sum seta dám á hesa ársins tíð, men eisini minna okkum á hin góða boðskapin...