Inntil hádagur er

  Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er. Orðt. 4,18 Kendi, vakri summarsangurin hjá Jens Dam Jacobsen, “Dýrd á vík og vág”, er ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá ið himmalin er bláur, og alt andar av lívi úr fjøru í fjallatind. Tá kann ljósið ikki vera bjartari. Vakri sangurin um...

Oxford 3A - við navnaskelti og føroyskum flaggi

Fimti ár síðani keypið av Oxford Allé

Á heysti í fjør markeraðu vit, at fimti ár vóru farin síðani byrjanina av verkinum í Kristnastovu. Men hetta árið – 2024 – er í veruleika eisini eitt runt ár, hóast vit ikki gera nakað serligt burtur úr tí. Tí júst í hesum døgum eru fimti ár liðin, síðani Kristnastova á Oxford Alle 3 A varð keypt. Tá høvdu vit húsast í niðastu hædd í...

Sál mín sær mót himli vendir

Ein stuttur sangur varð til, stutt eftir at korona farsóttin var farin at gera vart við seg í mars-apríl mánaða 2020. Tað var týðulig óvissa og ótti millum fólk, og korona farsóttin varð kallað ein ósjónligur fíggindi. Samfelagið varð fyri stóran part afturlatið, og hetta ávirkaði eisini samkomulívið sum heild. Eitt nú kundu bert tíggju fólk koma til møtini. Men gott var at kunna minna...

Lívsins størstu lukku

Av einum fyrispurningi, eg fekk herfyri, var eg mintur á ein sang, sum eg umsetti síðst í 60unum. Hann hevur heitið “Lívsins størstu lukku”. Afturvendandi orðini eru annars “Tríati seklar av silvur”, sipandi til svikagerð Judasar móti meistara sínum. Sangurin, sum helst mundi vera týddur úr norskum, varð innsungin í 1969 á EP-plátu av Gerd Hermansen og Miriam Carlsen. Sangurin var nr. 305 í gomlu...

Tá Kristnastova fekk heimasíðu

Tað eru júst farin 25 ár, síðani Kristnastova fekk sína fyrstu heimasíðu. Hetta hendi 1. apríl 1999 og var eitt stórt fet inn í eina nýggja tíð. Frammanundan var alt samskifti við føroyingar í Danmark á gamla, siðbundna mátan: gjøgnum telefonsamrøður, brøv og bløð – eitt nú Boðberan, har danska postverkið var ein týðandi viðspælari.Men nú kom fyrsta heimasíðan, sum saman við teldupostum var eitt...

Hondin omanífrá

Einaferð í nítiárunum kom eitt tindasvín (pinnsvín) sær í óføri við eitt kjallaravindeyga í Kristnastovu. Tað var fangað av støðuni og megnaði ikki at koma sær burtur. Tað fekk tó umsíðir eina hjálpandi hond og varð sett í frælsi. Men hetta gav eisini íblástur til eina grein, sum stóð á baksíðuni í Boðberanum, og greinin kann síggjast her.

Veri tú altíð mín dýrasta sjón

“Be Thou my vision” er ein gamal, kendur írskur sálmur, ið verður nógv sungin í enskt talandi kirkjum og samkomum.  Hildið verður, at upprunin kann førast heilt aftur til sjeyndu øld – sum so ger hann til ein av elstu sálmunum í tíðini eftir Kristus. Tað sigst, at tað vóru nakrir írskir munkar, sum vóru teir fyrstu at búsetast í Føroyum.  Oddur á Lakjuni, sum...

MAF fær føroyskan flogskipara

Tá ið vit síðsta leygardag fóru til ársfundin hjá MAF (Mission Aviation Fellowship) fingu vit eina serstaka uppliving. Ein ungur føroyingur varð presenteraður á fundinum, sum seinni í ár fer at flúgva sum flogskipari fyri MAF. Hann eitur Andrias Hansen og býr í Leirvík. Hann er sonur Lindu og Jørund Hansen, sum í mong ár vóru trúboðarar í Grønlandi.Tað var aðalskrivarin í donsku deildini hjá...

Juvel II í Randers

Missiónsskipið Juvel II var á vitjan í Randers á páskum og nakrar dagar aftaná, mannað við yngri og eldri luttakarum. Ein áhugaverd og lívgandi vitjan fyri fólkið har á leiðini og okkum, sum komu framvið og steðgaðu tveir dagar. Har vóru mong, sum komu umborð og onnur, sum komu á møti í hølunum í Dytmærsken 9 – rættiliga tætt við skipið. Har varð evangeliserað úti...

Eru dyrnar læstar?

Jesus reis við megi upp av deyðum páskamorgun. Deyðin kundi ikki halda lívsins Harra. Tað gingu tó nógvir tímar, áðrenn hetta veruliga gekk upp fyri lærisveinum hansara.   Í Keypmannahavn eru at kalla allar útdyr læstar, tí fólk vilja kenna seg trygg fyri óbodnum gestum. Og tíverri er tað ikki uttan grund.Soleiðis var eisini hetta kvøldið í Jerusalem, tá ið dyrnar vóru læstar hjá lærisveinunum...