Skúlarnir byrjaðu aftur

Tað merktist í Kristnastovu vikuskiftið 8 -10. september, at skúlarnir nú vóru byrjaðir aftur og yngra fólkið  komið niðuraftur. Rættiliga nógv fólk leitaðu út á Birmavej, og týðuligt var, at fólk vóru glað um at síggja hvønn annan aftur. Túnið framman fyri inngongdina var aftur merkt av mongum syklum, sum søgdu frá einum nýggjum skúlaári og nýggjum avbjóðingum fyri framman. Her eru nakrar myndir frá...

Ein serstakur dagur

Dagurin í dag er ein serstakur dagur, tí kæra mamma mín vildi verðið 100 ár, um hon hevði livað. Haldi eg kann siga vegna meg og systrar mínar, at hon var okkum ein góð móðir og fyrimynd. Mamma var stillfør av lyndi, men samstundis sosial og umsorgsfull, og hon opnaði fegin sítt heim fyri teimum, sum komu á leið hennara.  Mong hava sitið væl inni...

Vinur og vegleiðari er fluttur heim

Leygardagin 20. mai í ár var ein sokallað reunionsamkoma á Paranassinum á Hafnia fyri einum aldrandi skara, sum var við til eitt bíbliuskeið í 1962 – hildið í sama høli. Liðin vóru 55 ár, síðani hetta tiltak fór fram, sum var hitt fyrsta av sínum slagi. Tað var Zacharias Zacharissen, sum í síni tíð tók stig til hetta tiltak. Hendan seinnapartin í mai varð hugleitt...

Bakgrund & bakland Eg var føddur við Tinghúsvegin í Havn 13. februar 1942. Foreldrini vóru Tinna og Sigurd Berghamar, systrarnar eru Gunnvør, Rúna og Erla. Meginpartin av barnaárum mínum búðu vit úti í Rættará og uppi við Dalavegin. Kona mín, Susan, er ættað úr Hounslow, uttan fyri London, og vit eiga tveir synir, Andrew og Kristin Filip. Verdøturnar eru Sara og Sóley, og barnabørnini eru...

Løgini og nótarnir

     Eitt av ynskjunum við hesi heimasíðu hevur verið at miðsavna teir sangir, ið eru skrivaðir gjøgnum árini, soleiðis at fólk lættari kunnu fáa atgongd til tekstir og nótar. At gera løg og skriva nótar er hvør sítt – og tað seinna havi eg ikki megnað. Tí eri eg sera takksamur fyri tær hjálpandi hendur, eg havi fingið í hesum sambandi. Tað eru serliga Jóannes á Váli,...

Um at gera ein assist

Abbasonur mín, Noah, hevði spælt fótbóltsdyst fyri eitt dreingjalið hjá Måløv Boldklub og sat í bili mínum aftaná. Eg spyrji, hvussu tað gekst. Jú, teir høvdu vunnið 3-2 ímóti einum liði, sum vist kom úr Veksø. Tað helt eg vera óført, og so var næsti spurningurin, um hann hevði skotið nakað mál.  Svarið var  nei, “men jeg lavede en assist.” Og so fekk eg eina...

Leiðaraskifti innan OM

←  Andrew saman við einum komandi og einum fyrrverandi OM-leiðara.   Aftan á 10 ár sum leiðari av OM Danmark handaði Andrew leiðsluna víðari til næsta leiðara. Í hesum sambandi var lítil samkoma hin 15. juni í hølunum hjá OM á Drejervej á Nørrebro. Fólk  og stuðlar úr ymiskum samkomum komu framvið hendan dagin – teirra millum fleiri føroyingar. Nevndarlimirnir Bitten Schriver og Christian Knudsen bóru heilsan fram og hugleiddu um farandi...

Ungir útisetar í summarfrí

  Hin 16. juni var seinasta fríggjakvøldssamkoma í Kristnastovu áðrenn summarfrítíðina. Fitt av fólki kom á møti hetta kvøldið, og gott lag var á ungu útisetunum, nú summarið var í hæddini, og tey allarflestu skuldu fara heim til Føroya at ferðast  . Tað hava verið nógv gott virksemi í og út frá Kristnastovu gjøgnum farna veturin, men nú mundi frítíðin koma væl við hjá øllum. Møtið sunnumorgun kl. 11...

Eg veit, at loysnari mín livir

Hesin sangur eftir Marius Absalonsen, sum livdi í tíðarskeiðinum 1910-2001, man vera nýggjur hjá teim flestu. Men hann er at komin við í Nýggju Songbók Guds Fólks og er nr. 443.  Sangurin setur trúarorð Jobs (kap. 19 v. 25) í eitt evangeliskt ljós – peikandi fram ímóti Kristusi, sum er uppreisnin og lívið.  Tá ið vit kenna okkum ákærd og fordømd, verða vit vard av Honum, ið gav lív sítt...

Sangløtur í Siloa

Undir ferð okkara í Føroyum í mai mánaða vóru vit nakrar dagar í Fuglafirði, har Susan og eg fingu høvi at vitja samkomuna í Siloa og fólk, vit kenna har á leið. Hesar dagar upplivdu vit tvær sangløtur í samkomuni har. Onnur var við Siloakórinum  mikukvøldið 24. mai, tá ið kórið undir leiðslu av Eyðun á Lakjuni sang eitt breitt úrval av eldri og nýggjari sangum...