Ársins seinasta fríggjakvøldssamkoma

Fríggjakvøldssamkoman hevur síðani verið ta møtið, sum gjøgnum árini hevur savnað ein stóran skara av ungum útisetum saman til andaligan felagsskap í Kristnastovu. Seinastu mongu árini hevur ársins seinasta fríggjakvøldssamkoma verðið ein hugnaløta, sum verður hildin, áðrenn tað unga fólkið fer heim til Føroya at halda jól. Soleiðis var eisini hesaferð, tá ein hugnaløtan var í Kristnastovu var fríggjakvøldið 12. desember við jólasangi, spurnarkapping, myndum...

Tá ið “kvirra” varð sungin fyrstu ferð

Tað var í desember 1970, at sangurin “Kvirra um fjøll og fløtur” varð framførdur alment á fyrsta sinni. Hetta var á hugnaløtuni í Ebenezer beint fyri jól, á eini samkomu, sum Bíbliuflokkurin skipaði fyri. Og sangurin var ikki sørt “kreativt” framførdur, sum myndin eisini gevur eina ábending um. Solosangarin, sum stendur á talarapallinum, er Maria Hentze, sum nokk er mest kend undir navninum “Maria í...

Harri, lat meg kvirran vera

Svenska sálmskaldið, Lina Sandell, yrkti nógvar sálmar og andaligar sangir, sum eru fólkaogn í dag og hava verið til stóra signing. Fleiri teirra eru týddir til føroyskt, eitt nú “Bert ein dag” og “Er tað satt, at Jesus er mín bróðir”. Sangir Linu Sandells eru merktir bæði av djúpari trúgv og barnsligum áliti á Jesusi og lyftum Hansara. Teir  boða frá inniligari langtan eftir at...

Vinkonur frá ungum árum

  Nærum hvørja ferð, tá ið tað er eldrasamkoma í Kristnastovu, sært tú tvær kvinnur millum “seniorarnar”, sum gjarna sita saman. Tær eru Mona Nielsen, av Toftum,  sum er skyldkona mín, og Fía Wichmann av Glyvrum. Báðar hava búð í Danmark síðani tær vóru ungar.  Tær arbeiddu báðar sum telefondamur á telefonstøðini í Havn og  komu  nakað eftir krígslok niður til Keypmannahavnar, tí tær høvdu...

Góðir dagar hóast vind og regn

Í døgunum 19 – 22. oktober var legan hjá Kristnastovu hildin. Heystið varð komið, og dagarnar vóru ikki sørt merktir av vindi og regni. Men fjálgt varð innandurða, har ymist var á skránni, júst sum tað hevur verið í mong ár. Sámal Mikkelsen úr Klaksvík hevði bíbliutímarnar og lýsti Harran Jesus sum Gud og menniskja, og tosaði um ríki Hansara, ið vit sum kristin eiga...

Hollur vinur farin heim

Mikudagin 27. september andaðist Rósing Rasmussen úr Runavík, 87 ára gamal, á Landssjúkrahúsinum í Havn.  Rósing var ættaður úr Toft í Søldarfirði og var giftur við mostir míni, Liss. Børnini eru 6 í tali: Anna, Bogi, Beinta, Ingunn, Rógvi og Gudny. Barnabørn og børn teirra eru ein talríkur skari og hava eisini verið gleði teirra gomlu. Rósing hevði í mong ár bilasølu og verkstað við...

Afturlítandi sangløta á Zarepta

Ein lega varð hildin á Zarepta í døgunum 19-21. september fyri “seniorum” úr samkomuni í Ebenezer. Hon bar heitið “60 pluss lega” og varð hildin mitt í viku, men tó sum ein vikuskiftislega. Tað var í sjálvum sær nýskapandi, men tiltakið eydnaðist heilt væl.  Legan var fullteknað og var eisini áhugaverd fyri mítt viðkomandi, tí har vóru mong fólk við, sum eg havi kent frá...

Ein dýrdardagur

Summarið var farið, men enn var gott veður í Føroyum, hóast komið var út í sepember mánaða. Tað eru hesar myndir eitt prógv um – tiknar í góðveðrinum hin 21. september. Eftir at hava verið á einari Ebenezer-legu á Zarepta í døgunum 19. til 21. september, skuldi leiðin liggja til Havnar. Men komin framvið Vatnsoyrum, snaraði eg hinvegin í staðin, og so lá leiðin til...

Ungur kristin í stórbýnum

– nakrar leiðbeiningar.  Víst er tað spennandi fyri ein ungan føroying at koma niður til ein bý sum Keypmannahavn. Tí hetta er ein býur við nógvum spennandi tilboðum. Her eru skúlar og skeið, sum kunnu menna teg, og  tú  kanst fáa nógvar upplivingar, ið tú ikki fært heima í Føroyum. Men vandarnir eru eisini tilsteðar. Keypmannahavn er eisini ein býur við mongum freistingum, sum kunnu...

Nýggi leiðarin tikið við

Leygarkvøldið 2. september var nakað av fólki komið saman í Skovlunde Frikirke, tá nýggi OM-leiðarin  alment varð settur.  Christina Andersen, sum er formaður í OM Danmark, greiddi frá, hvussu leitað hevði verið eftir nýggjum leiðara, eftir at Andrew  Berghamar hevði mett, at tíðin var komin hjá honum at fara frá. Nýggi leiðarin, Helle Rønne Samuelsen, fekk eisini fekk høvi at siga nøkur orð um sína...