Ein halgaður tænari Harrans heimkallaður

  Billy Graham er deyður, 99 ára gamal, og mettur av døgum. Orðini eru mong, sum í hesum døgum verða søgd og skrivað um prædikumannin úr USA, hvørs rødd náddi so víða. Og tað skilja vit væl. Billy Graham var ein sannur, salvaður evangelistur, sum talaði ein einfaldan, máttmiklan evangeliskan boðskap, sum rakk langt út um heimland hansara. Eingin annar prædikumaður hevur nátt so mong...

Sum Kristi samkoma – á enskum

Sangurin “Sum Kristi samkoma” var skrivaður til eina legu, sum Kristnastova helt uppi í Kikhavn í 1984. Síðani hevur hann ofta verið nýttur sum felagssangur í samkomuhøpi. Nakað síðani varð hann umsettur av trúboðarahjúnunum, Onnu (fyrr Fuglø) og David Rodda. Hjúnini hava virkað úti í Senegal, men búgva í dag í Cornwall í Onglandi. Tey hava týtt fleiri føroyskar sangir til enskt, og væl tykist...

Sangarin og sunnudagsskúlalærarin

Í sambandi við, at tvær minnisfløgur vóru útgivnar herfyri við Ingálvi av Reyni, varð ein sending gjørd til EVR, sum sendir á radiostøðini r7. Hon var var send hin 6. februar og endursend nakrar dagar aftaná. Ingálvur var mest kendur sum tann framúrskarandi listamaður, hann var, men hann var eisini ein sangari, sum sang seg inn í mong hjørtu og heim í Føroyum. Og so...

Okkara Arnvør er farin

Tung vóru boðini heimanífrá, tá vit frættu, at Arnvør ikki longur var okkara millum. Hon andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. februar. Í mong ár búðu Arnvør, Rói og børnini á Amager og vóru ein partur av samkomuni í Kristnastovu. Arnvør var eitt livandi menniskja við ljósum lyndi, sum ikki kundi annað enn hava góða ávirkan á tey, sum komu í samband við hana. Hon var...

Søguligur salur fer í søguna

Tað hoyrist, at samkoman Berøa í Runavík skal byggja nýggjan sal, og at hin gamli salurin nú fer í søguna. Tað er við sorgblídni vit hoyra tað, tí núverandi salurin upprunaliga er gamla Ebenezer í Havn, sum var andaliga heimið hjá mær og mongum øðrum í mínum ættarliði. Salurin var bygdur í 1905, meðan skotski trúboðarin, William G. Sloan, framvegis var á lívi. Í 1963...

Hin himmalska hond

Pápi mín, Sigurd Berghamar, hevði verið á einum møti í Ebenezer og hoyrt Knút Háberg tala um hina himmalsku hondina. Talan gav honum íblástur at skriva niðan fyri standandi yrking, har aftur vendandi orðini eru “Hin himmalska hond”. Sjálvur haldi eg tað vera áhugavert at síggja, hvussu hann í fimm ørindum megnar á talandi hátt at samanfata skapanina, fallið, fylgjur og vón, frelsisverkið og heimkomu...

Kavaódnin um aldarskiftið 1978/79

  Tað hevur verið meiri friðarligt nú um árskifti 2017/18. Nakað av vindi og regni, og viðhvørt eitt sindur av frosti. Men soleiðis hevur ikki altíð verið um nýggjársleitið . Nøkur okkara minnast aftur á eina ógvisliga kavaódn um ársskifti 1978/79. TV2 skrivaði soleiðis mong ár aftaná soleiðis: Snestormen, der ramte Danmark omkring nytåret 1978/79 er gået over i historien som århundredets snestorm. Det var...

Nýggjárið í ævinleikans ljósi

Vit eru farin inn í eitt nýtt ár – við tess 365 døgum. Og saman við ársskiftunum komu ynski, metingar, afturlit og heilsanir. Men nú – ið nakrir dagar eru farnir, mugu vit nokk ásanna, at langt er frá nýggjársaftans glitrandi fýrverkaríi til vanliga gerandisdagin. Flestu dagar okkara eru vanligir, litleysir dagar. Vit hava vanligar uppgávur í  vanligum gerandisdegi. Harumframt eru tað dagar, sum eru...

Seniorarnir hittust

Týsdag seinnapart tann 12. desember hittust eldri útisetar til hugnasamkomu í Kristnastovu. Jólasangir vórðu sungnir og fólk hugnaðu sær við einum góðum drekkamunnji og práti. Høvi var eisini at ogna sær nýggju fløguna við Ingálvi av Reyni, sum fólk vóru glað fyri at fáa.  Og tí var hugleitt um navnframa listamannin, sum eisini var ein gávaður sangari, ið var kendur fyri at syngja andaligar sangir...

Ein yndisligur sangari Ísraels

Dávid kongur varð kallaður yndisligi sangari Ísraels. Føroyingar hava átti ein, sum vit hava hug at geva sama heiti. Hann livdi tíðarskeiðnum 1920 til 2005 og var listamaður og sangari á høgum støði. Teir mongu andaligu sangir, sum hesin gávaði sangarin innsang yvir eitt longri áramál, avspeglaðu ta trúgv, sum búði djúpt í hjarta hansara. Og nýútkomna tvífløgan við Ingálvi av Reyni vekur mong minni...