Sangløta við Stuart Townend

Sunnukvøldið 3. juni vóru vit nøkur úr Kristnastovu, sum fóru inn í Betesda, sum liggur við Nørreport, fyri at hoyra sangaran og sangskrivaran, Stuart Townend, syngja. Hann hevur skrivað fleiri sangir, sum vit syngja á møtum okkara – teirra millum “Tað finst ein vón” “Guds kærleiki eitt undur er” og “Á Kristus bert mín vón er bygd”.  So her var høvið at hitta og hoyra...

Møtast og skiljast

Hetta var yvirskriftin í “Boðberanum” í 1998 – altso fyri umleið 20 árum síðani. Aftaná eina langa búskaparkreppu í Føroyum var farið at gangast betri heima á landi, og nógvir útisetar kundu flyta heimaftur aftan á drúgva tíð uttanlanda. Í Boðberanum vóru ymsar hugleiðingar í samband við at 25 ár vóru liðin, síðani arbeiðið í Kristnastovu byrjaði. Greinin fekk sín íblástur gjøgnum gomlu felagsmyndina, sum...

Samvera og samfelag í urtagarðinum

Urtagarðurin í Kristnastovu er stórur og vakstrarríkur –  og skal helst haldast væl. Men tíbetur trýtur ikki á hjálpandi hondum, tá sokallaður “havadagur” er, og ymist skal gerast fyri at viðlíkahalda hendan støðugt grógvandi blettin á Birmavej 38. Í løtuni stendur stóri urtagarðurin í fullum blóma, og tá ið so møti verða hildin, og veðrið er gott, ber til hjá fólki at fara út um...

Tú leitar

Herfyri kom út nýggj fløga í Føroyum við 18 sangum. Fløgan ber heitið “Tú leitar”. Tað serstaka við hesi fløgu er, at hon ikki er ætlað at verða seld, men kann fáast ókeypis. Hugsanin er, at hon skal vera eitt slag av einari evangeliskari traktat við boðskapi, sum kann gevast fólki. Sangurin, sum fløgan eitur eftir, varð skrivaður í byrjanini av 70unum í samband við...

Útisetar í undantaksstøðu

Fyri 25 árum síðani var búskaparlig kreppa í Føroyum, sum gjørdi, at eitt ótal av føroyingum kom til Danmarkar at arbeiða ella at fáa onkra útbúgving. Hetta upplivdist sum ein undantaksstøða, har fólk ikki vistu um og nær, tey sluppu heimaftur at búgva, tí torført var at fáa arbeiði. Hendan støðan ávirkaði eisini okkum, sum savnaðust í Kristnatovu um tað mundið. Stundum var rættiliga trongligt,...

Forvitnislig stevna um samkomuleiðslu

Í døgunum 16 – 17. mars, var stevna hildin í Klaksvík fyri fólk, sum standa í leiðslu í brøðrasamkomum í Føroyum. Stevnan varð hildin í Betesda, og gestarøðarar vóru Neil Summerton og Simon Marshall, sum báðir hava leiðandi tænastur innan samkomur í Bretlandi. Millum teirra, sum høvdu fyrireika stevnuna, kunnu nevnast Kári Østerø, Stig og Guðrun Elttør, Kristian á Lakjuni, Maria Mørkøre og Niels Pauli...

Várið er komið

Hetta var vikan, tá várið kom i Danmark – umsíðir.  Og tað kom rættiliga brádliga. Eftir eina langa tíð við køldum veðri og frosti kom lýðkan umsíðir í luftina, og nú standa smáu, litríku várblómurnar snjóklokkur (vintergæk), erantis og krokus í fullum flora.  Nakað soleiðis tóktist tað eisini, tá sangurin “Várið er komið” varð skrivaður 2011. Brádliga kom vársins lýðka í luftina. Lagið varð gjørt...

Hugleiðing um Hawking og Joni

Jørn Nielsen, sum er ein íðin bloggari í kristiligum høpi, ger eina samanbering í blaðnum Udfordringen millum tveir kendar persónar, sum hava sitið í rullustóli og havt ein rættiliga ymiskan boðskap at bera. Talan er um Stephen Hawking, sum var ateistur, og Joni Ereckson Tada, ið er kristin. Jørn Nielsen skrivar: Astrofysikeren, professor Stephen Hawking, som døde 14.3.18, 76 år gammel, har jeg fulgt med...

Á lívsins leið

“Á lívsins leið” er ein av mongum sangum, sum er komin av hondum John W. Petersons, sum livdi í tíðarskeiðinum 1921-2006 og var úr USA. Sagt verður um John W. Peterson, at hann skrivaði yvir 1000 sangir og hevði stóra ávirkan á evangeliskan sangin frá 50unum og inn í 70ini.  Fleiri av sangum hansara eru týddir til føroyskt og hava verið sungnir í føroyskum samkomum...

Lesarabræv í KD

Hetta stutta lesarabræv varð sent til Kristeligt Dagblad, eftir at danskir fjølmiðlar boðaðu frá, at Billy Graham var deyður og søgdu – sum rætt var – at hesin kendi evangelistur prædikaði, at vit máttu koma til trúgv á Jesus fyri at verða frelst. Tað má sigast vera ein greið niðurstøða.