Lega í frálíkum heystveðri

“Góðir dagar, hóast vindur og regn.”  Tað var yvirskriftin á hesi heimasíðu yvir Kristnastovuleguni í fjørð. Heilt ørvísi var tað í ár, tá lega var hildin í góðveðri frá 18.  til 21. oktober á Nordsjællands Efterskole, sum seinastu mongu árini hevur verið karmur um leguna. Yvir 100 føroyingar vóru savnaðir hesar dagar uppi í Valby, sum landsbygdin eitur, ið liggur nakað uttan fyri Helsinge. Niels...

Tað var á lívsins vári

    Afturlítandi hjúnasangur – upprunaliga skrivaður til eitt gullbrúdleyp í 2018. Orð/lag ØB Tað var á lívsins vári at leiðin saman bar. Tit minnast kunnu árið og ungdómstíð, ið var. Tit høvdu mangar dreymar, um heim og hjúnalag, tit høvdu kenslur eymar, sum búnaðust hvønn dag. Tey lyfti, ið tit góvu hvørt øðrum einaferð, í verki saman stóðu, í minnum dýrt tað er. Og...

Sangur mín er um ein kong

“Hjarta mítt er ov fult av lívsælum orðum, eg sigi: Songur mín er um ein kong, tunga mín er sum pennur snarskrivarans.” Tú ert hin fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er úthelt á varrar tínar; tí hevur Gud signað teg í allar ævir”. Hetta er brot úr Sálmi 45, sum er messianskur sálmur, peikandi á Jesus, hátign og dýrd hansara. Hesin sálmur hevur givið íblástur til...

Sloans hús fyri 26 árum síðani

Eg kom fram á hesa grein í samkomublaðnum hjá Ebenezer. Hon er skrivað í 1992, tá vit vóru heima í farloyvi og høvdu ábyrgd av at hava húsini opin tveir seinnapartar um vikuna. Húsið hevur ikki verið regluliga opin í nýggjari tíð, hóast ymisk góð tiltøk hava verið í húsinum. Men seinnu árini er eitt savn av eldri, forvitnisligum lutum komin undan kavi, sum geva...

Tína dýrd tú ofraði

Tína dýrd tú ofraði

 * Orð/lag Noel Richards  Týtt: ØB Sangurin varð týddur einaferð í 80unum og fyrst sungin millum unga fólkið í Kristnastovu. Síðani hava nógvar aðrar føroyskar samkomur tikið hann til sín. Tína dýrd tú ofraði, tá tú komst av hæddini, og av hondum, ið tú skapti, vart tú særdur. Tú lætst lív, men upp tú stóð, og meg reinsaði títt blóð, nú tú høgt ert lyftur...

45 ár liðin síðani byrjanina

Júst í hesum mánaða eru 45 ár liðin, síðani farið varð undir arbeiðið í Kristnastovu á Oxford Allé á Amager.Tað var í september 1973, at byrjað var at savna ungar føroyingar í stovu okkara í endanum á einum raðhúsi, har vit høvdu leiga eina íbúð. Eitt ár seinni varð sama hús – t.v.s. endin av raðhúsinum – keypt og kallað Kristnastova. Tað var ein onnur...

Eitt ár við avloysarum

Síðani ársskiftið hava hjúnini, Sólvá og Jákup Hansen, úr Klaksvík staðið við róðri úti á Birmavej 36, meðan Dora og Niels Pauli Nónstein hava verið heima í Føroyum í farloyvi. Undan teimum vóru Lisa og Trygvi í Liða í Kristnastovu saman við lítlu dóttrini, Nomi. Hetta tíðarskeið er nú komið at enda. Dora og Niels Pauli og børnini eru niðurafturkomin og farin til verka aftur....

Har tað er eitt lógarbrot at vera kristin

Nógv hoyrist um Norður Korea í hesum døgum, serliga eftir at samband er komið í lag við USA og leiðarar av hesum báðum londum hitst til samráðingar.  Men støðan hjá teim kristnu í Norður Korea er ómetaliga torfør. Har er tað eitt lógarbrot at vera kristin, tá bert Juche-ideologiin er loyvd í landinum.  Hon lærir m.a., at menniskjað er skapt í mynd Kim Il-Sungs, og at...

Nakrir fyrverandi OJ-arar hittust

Operation Josva var ein danskur, evangeliskur felagsskapur sum var virkin nøkur ár fyrst í 70unum. Hann hevði miðstøð í Sanderum, einum gomlum bóndagarði, sum liggur beint uttan fyri Odense. Visiónin aftan fyri verkið var at náa út til danska fólkið við evangeliska boðskapinum. Ung úr ymiskum samkomum og kirkjum í Danmark vóru við í hesum verki, sum fekk nógva umtalu, eisini í táverandi fjølmiðlunum. Fleiri...

Vitjan av Judy og Óla á Grømma

Tíðliga í hesum mánaða fekk Kristnastova vitjan av trúboðarahjúnunum Judy og Óla á Grømma Jacobsen. Óli er ættaður úr Klaksvík, meðan Judy er úr USA. Frammanundan høvdu tey verið heima í Føroyum nakrar vikur, og síðani lá leiðin til Jyllands fyri at vera saman við familju har. Meiningin var so at flúgva heimaftur, men av heilsuávum komu tey at vera eitt sindur longri enn ætlað....